Vilt tú skapa karmar fyri vinnulívið?
Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir tveimum fulltrúum til spennandi og avbjóðandi størv á Vinnudeildini.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið tryggjar vinnulívinum góðar og stimbrandi karmar og varðar av vinnuliga lógarverkinum í Føroyum. Vit menna, dagføra og umsita tað vinnuliga undirstøðukervið og sektorlóggávuna.
Um størvini
Uppgávurnar eru skiftandi og fevna í høvuðsheitum um:
· At veita landsstýrismanni og leiðslu løgfrøðiliga ráðgeving
· At fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
· At luttaka í og leiða verkætlanir, gera greiningar og at arbeiða við málum tvørtur um stjórnarráð umframt vanliga málsviðgerð
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur., cand.merc.jur., cand.scient.pol. o.tíl. Lógarfyrireikandi arbeiði er munandi partur av starvsuppgávunum, og tískil kann tað vera fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir við lógarsmíði. Vit vænta, at tú:
· Hevur góð samstarvsevni
· Hevur góð greiningarevni og politiskt tev
· Hevur góð evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
· Ert sjálvstøðug/ur, tænastusinnað/ur, miðvís/ur og fleksibul
· Til reiðar at taka tøk, tá á stendur
Vit bjóða
Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi, har ferðin mangan er høg. Arbeiðstíðin fellur viðhvørt uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og nakað av ferðing er eisini.
Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og fakliga menning, og tað eru tí góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Løn- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Setanarøkið fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsóknarfreist
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 16. februar 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóannu Djurhuus, deildarstjóra, á telefon 556084 ella við telduposti til joannad@uvmr.fo.
Umsóknir skulu sendast Uttanríkis- og vinnumálaráðnum á uvmr@uvmr.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Um Vinnudeildina
Millum málsøkini hjá Vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, ferðavinna, loftferðsla, landbúnaður, fjarskifti, nettrygd, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djóravælferð, kapping og marknaðarføring, kolvetnislóggáva, partafelagslóggáva, fíggjarlóggáva, tryggingarlóggáva, nýskapan, íverksetan og skapandi vinnur.
Vinnudeildin varðar harumframt av P/F Visit Faroe Islands, P/F FIRUM, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Vinnustovninum, Búnaðarstovuni, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Filmshúsinum, Tónleikaútflutningsstovuni, Vinnuframa og Framtaki.