Fróðskaparsetur Føroya fær 60 prosent av Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Tað er greitt, eftir at Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna eru komin ásamt um, at Mentamálaráðið skal leiga 60 prosent av bygninginum.
Ætlanin er, at Fróðskaparsetur Føroya flytir inn í hølini, so stovnurin fær ment tær útbúgvingar og tey tilboð, sum ætlanin hevur verið. Setrið hevur leingi havt hølistrupulleikar, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vónar, at Sjóvinnuhúsið fer at vera ein góð loysn.
- Tørvurin hjá Setrinum er átrokandi, og Sjóvinnuhúsið er ein góð og skjót loysn. Vit hava havt drúgvar samráðingar við Tórshavnar kommunu, og eg fegnist um, at avtalan nú er komin upp á pláss, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. - Í fyrsta umfari leiga vit ein part av bygningum, og Setrið flytur inn í smáum, soleiðis at vit fáa kanna og eftirmett, um húsið kann vera partur av einari virðiligari og varandi loysn fyri Setrið.
Útbúgvingartilboð hava stóran týdning fyri fólkavøkstur og trivnað. Í løtuni eru á leið 1000 føroyingar undir útbúgving á Setrinum, og Fróðskaparsetur Føroya er í stórari og støðugari menning. Sjóvinnuhúsið skal lætta um akutta hølistørvin, men verður eisini mett at vera áhugavert í einari varandi skipan hjá Setrinum, tí húsið hevur nógvar kombinatiónsmøguleikar og liggur tætt við fleiri aðrir bygningar hjá Setrinum og tætt við livandi býarumhvørvi.