Mentamálaráðið hevur havt almenna vitjan úr Frísalandi, sum er partur av Niðurlondum.
Arno Brok, Kongsins kommisserur í Frísalandi, og tveir ráðgevar hansara, professari Alex Riemersma, og Ewan Boonstra, vóru á vitjan fyri at knýta sambond við Føroyar.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, var fegin um vitjanina og áhugan hjá frísunum fyri at samstarva við føroyingar á ymsum økjum.
- Tað er serliga gevandi at samstarva við fólkasløg og málsamfeløg, sum longu hava eina vitan og ein djúpan áhuga fyri Føroyum, føroyskum máli og føroyskari mentan. Tað frísiska málið er eitt lítið mál, eins og tað føroyska, og tey hava nógvar av teimum somu málsligu avbjóðingunum, sum vit. Hetta letur dyrnar upp fyri samstarvi innan til dømis málundirvísing og gransking innan málmenning, og fyri at luta royndir, vitan og tilfar gagns fyri bæði samfeløgini, sigur Hanna Jensen.
Arno Brok, Kongsins kommisserur er sannur føroyavinur og hevur av sínum eintingum vitjað Føroyar tvær ferðir áður. Hesa ferð vitjaði hann sum hægsta umboð í hollendska landslutinum, Frísaland. Hann legði dent á, at samstarv kann vera millum lond, millum landspartar og millum fólk.
Hanna Jensen tók undir við hesum og helt tað vera sera áhugavert at skapa samstarv á ymsum økjum.
- Eitt ítøkiligt úrslit av vitjanini er, at okkara føroyska barnabókaforlag, Bókadeild Føroya Lærarafelags, saman við frísiska forlagnum AFUK nú arbeiðir við eini sínamíllum verkætlan at týða og geva út barnabøkur, vísir landsstýriskvinnan á.
Á vitjanini hittu frísarnir umframt umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags umboð fyri Nám og Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Góðir møguleikar eru eisini fyri at knýta sambond á undirvísingarøkinum.
Arno Brok, Kongsins kommisserur, hevur stóran áhuga fyri føroyskari list, og tí vitjaði hann somuleiðis á Listasavni Føroya og í Norðurlandahúsinum.
Frísakvæðið hjá Pól F varð sjálvandi umrøtt, og tað er umsett til frísiskt. Og í gávu frá landsstýriskvinnuni fingu gestirnir fløguna hjá Hamradun við nýggjara tekstinum og lagnum um frísarnar í Suðuroy. Hetta hildu gestirnir vera bæði áhugavert og stuttligt.
Frísaland tók stig til samband millum partarnar í 2017, tá innbjóðing kom til Føroyar um at luttaka í hátíðarhaldi í frísiska høvuðusstaðnum Leeuwarden í januar 2018, tá býurin gjørdist evropeiskur mentanarhøvuðsstaður. Táverandi landsstýriskvinna, Rigmor Dam, fór á vitjan, sum legði lunnar undir samstarvið.
Frísaland sýnir stóran áhuga at knýta sterkari bond við Føroyar, serliga við denti á mál og mentan, men eisini við at knýta vinnuvirki saman.
Kongsins kommisserar í Niðurlondum eru landspartaleiðarar í teimum 12 landspørtunum. Teir verða ikki beinleiðis valdir, men útnevndir av konginum eftir tilmæli frá stjórnini.
Arno Brok, sum hevur bakgrund í Volkspartij voor Vrijheid en Democratie (VVD) hevur verið Kongsins kommisserur síðan 1. mars 2017.