12.09.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Franska fregattin FS AQUITAINE vitjar í Føroyum

Franska fregattin FS AQUITAINE vitjar í Føroyum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið kunnar um, at franska fregattin FS AQUITAINE eftir ætlan vitjar í Tórshavn dagarnar 13.-16. september. Meðan skipið liggur við kei, fer tað at gera nakrar dronuflúgvingar yvir sjónum, við tí endamáli, at gera venjingar og at taka myndir av skipinum. Dronan er óvápnað.