Framtíðar samstarv um gransking, útbúgving og mentan við ES
10 ár eru liðin síðani Føroyar gjørdust partur av granskingarsamstarvinum hjá ES. Næsta málið er eisini at gerast partur av útbúgvingarsamstarvinum og mentanarsamstarvinum hjá ES.
30. november var fundur í felagsnevndini millum Føroyar og ES fyri gransking og nýmenning. Felagsnevndin er skipað sum partur av luttøku Føroya í granskingarsamstarvinum hjá ES, Horizon 2020.
Felagsnevndarfundurin var hin triði í røðini. Orsakað av COVID-19 støðuni var fundurin netborin. Fundarstjórar vóru ávikavist Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Anne Haglund-Morrissey, varadeildarstjóri í aðalráðnum fyri gransking hjá ES nevndini (DG Research)
Á fundinum nýttu partarnir høvi at taka samanum luttøkuna hjá Føroyum í Horizon 2020, har Føroyar hava atlimaskap. Føroyingar hava serliga luttikið í gransking innan matvørur, umhvørvi, heilsu og infrakervi. Nú Føroyar hava verið partur av granskingarsamstarvinum í 10 ár fegnaðust partarnir um, at Føroyar, millum tey yvir 40 luttakandi londini í Horizon 2020, er tað landið, sum lutfalsliga fær flest umsóknir játtaðar.
Á fundinum umrøddu partarnir eftirmetingina av føroysku luttøkuni í Horizon 2020, ið Granskingarráðið hevur gjørt, og sum varð handað landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum í november. Í eftirmetingini varð víst á gjaldsskipanina, har Føroyar hava rindað væl meiri inn til Horizon 2020 enn tað, sum er fingið aftur í stuðli. Hetta fer at verða broytt í nýggju skipanini.
Eisini varð kunnað um hvussu føroysku myndugleikarnir hava handfarið COVID-19 farsóttina við eini munadyggari og nýhugsandi kanningarstrategi, og granskingarverkætlanir í hesum sambandi.
Horizon 2020 skeiðið endar við árslok og ein nýggj avtala um atlimaskap í granskingarsamstarvinum hjá ES skal gerast. Landsstýrið hevur tikið undir við framhaldandi at vera partur av granskingarsamstarvinum hjá ES. Harumframt hevur landsstýrið samtykt at virka fyri, at Føroyar skulu gerast partur av Erasmus+ og Creative Europe.
ERASMUS+ skipanin (European Region Action Scheme for the Mobility of University Students) er eitt útbúgvingarsamstarv, sum hevur til endamáls at fremja samstarv millum lærustovnar í Evropa. Erasmus+ fevnir um útbúgving, undirvísing, ungdóm, dagstovnaøki og ítrótt. Samstarvið snýr seg tó fyrst og fremst um skiftisskipanir innan hægri lestur, yrkisútbúgvingar og fyri lærarar.
Creative Europe er samstarv hjá ES innan mentan og skapandi øki. Umvegis Creative Europe kunnu aktørar innan list, mentan, film og sjónvarp søkja um stuðul til millumtjóða samstarv.