Fríggjadagin undirskrivaðu Mentamálaráðið og Fjølrit avtalu um gjøld fyri kopiering av vardum verkum, sum lærarar og næmingar brúka á miðnámi og hægri útbúgvingum.
Talan er um øll sløg av endurgeving, ljósriting, avriting, fjølriting ella aðra margfalding av vardum verkum, og upphæddirnar í avtaluni eru á sama støði sum í okkara grannalondum, tað er 500 kr. árliga fyri hvønn lesandi á hægru útbúgvingum og 250 kr. árliga fyri hvønn næming á miðnámsskúlum.
Roknað verður við, at Fjølrit við avtaluni fær áleið 1,4 mió. kr. árliga at býta út til tey, sum framleiða tilfar, tað veri seg til framførslu, útgávu ella framleiðslu, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið verður skapt ella er til taks.
- At Fjølrit framyvir fær eina hampiliga upphædd at býta út til tey, sum skriva og myndprýða útgávur, er eitt stórt framstig. Vónandi fer avtalan at eggja fleiri til at framleiða meira og fjølbroyttari tilfar til føroyska brúkaran, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Fjølrit og Mentamálaráðið høvdu í nógv ár avtalu um gjald fyri slíkar endurgevingar, men lógin um upphavsrætt, ið varð samtykt í 2013 ásetti ymisk nýggj krøv. Eitt nú skuldi Fjølrit aftur góðkennast sum upphavsrættarfelagsskapur, og gjøldini skulu framyvir koma út til tann einstaka framleiðaran, og ikki í stórapott hjá Fjølrit, sum áður.
Fjølrit er einasti góðkendi felagsskapur á hesum øki í Føroyum. Felagsskapurin varðar av áhugamálum hjá føroyskum rithøvundum, tónaskøldum, yrkisfotografum, bókaforløgum, miðlafólkum og myndlistafólkum. Í avtaluhøpi umboðar Fjølrit allar rættindahavarar innan hesi øki.
Fjølrit tekur sjálvt upp samráðingar við Kommunufelagið um viðurskiftini á fólkaskúlaøkinum eins og á øðrum økjum, sum kommunurnar varða av.
Avtalur millum Fjølrit og Mentamálaráðið liggja á heimasíðu Mentamálaráðsins - http://www.mmr.fo/kunning/avtalur/
Mynd: Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Atli K. Petersen, form. í Fjølrit