Framløga: Kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum
Hvussu hava okkara ungu tað sálarliga?
Higartil hava vit gitt og ikki vitað, men seinasta árið hava Annika H. Davidsen og Súsanna O. Skaale, sálarfrøðingar, kannað hetta. Nú er úrslitið greitt, og tað verður lagt fram hósdagin 24. august kl 14 í Smæruni.
Undan arbeiðnum søgdu tær soleiðis:
"Vit vita lítið um sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum. Tær fáu kanningar, ið hava verið gjørdar á økinum, vísa tó, at børn og ung stríðast sálarliga eins og børn og ung í okkara grannalondum.
Sálrligir trupulleikar eru vanligasta orsøkin til, at ung ikki fullføra miðnámsútbúgving.
Tað, sum tó tykist vera serliga galdandi í Føroyum, er, at long tíð gongur, áðrenn tey ungu fáa hjálp, og tá er tørvurin á viðgerð størri, enn um tey fingu hjálp fyrr. Tí hevur fyribyrgjandi arbeiði av ymsum slag avgerandi týdning á hesum øki – fyrst og fremst fyri einstaklingin og tey, ið varða av, men eisini fyri at minka um tær samfelagsligu útreiðslur, ið standast av sálarligum trupulleikum.
Fortreytin fyri at kunna fremja neyðugu átøkini fyri føroyska ungdómin er tó, at vit hava álítandi vitan um júst sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi."
Kanningin hevur verið bæði kvalitativ og kvantitativ, og hon hevur staðfest, hvørt tað eru ávís øki ella skúlar í landinum, sum eru serliga útsett - og um tað eru kynsligir ella aldursligir munir.
Tað er Sjúkrakassagrunnurin, sum hevur stuðlað kanningini.
Aftaná framløguna verður ein kaffimunnur, og síðani verður tíð og høvi til spurningar/kjak.
Tiltakið er alment.
mynd: gransking.fo