Frágreiðing frá Landsgrannskoðanini um samsýningar til bygginevnd viðvíkjandi Skúladeplinum við Marknagil verður nú gjølla viðgjørd
Í samráð við stýrini fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Tórshavn varð 15. mai 2011 heitt á Landsgrannskoðanina, sum óheftan stovn, at kanna, um roknskapirnir hjá skúlunum viðvíkjandi ávísum samsýningum eru rættir, og um tær avgerðir, sum roknskapirnir fevna um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum, viðtøkum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði.
Viðvíkjandi nevndarsamsýningum (tað verið seg løn ella fundarpening) er ósemja um, hvussu stórar hesar eiga at vera, hvør hevur heimild at áseta tær, í hvønn mun stýrini, Mentamálaráðið ella Fíggjarmálaráðið skal góðkenna samsýningarnar, um tað er rætt at bóka hesar á eginrakstur ella stuðulsrakstur o.a.
Fleiri partar og myndugleikar eru í hesum máli, sum snýr seg um størri og minni samsýningar til ymsar byggistýrislimir og bygginevndarlimir í eitt áramál. Limirnir, ið hava fingið løn/samsýning, umboða sjálvsognarstovnarnar Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Tórshavn, og talan er um stýrislimir, skúlastjórar og lærarar.
Talan er um 2 bygginevndir, har tann fyrra varð sett av Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í 2007, í sambandi við at skúlin við Marknagil einans skuldi fevna um handilsskúla og tekniska skúla. Løgtingið hevði tá samtykt at veita skúlunum rentu- og avdráttarfrítt lán til byggingina, stýrini vórðu byggiánarar og Landsverk byggiharri. Í 2008 varð byggi- og fíggjarleisturin broyttur við nýggju verklagslógini. Skúlin skuldi nú eisini rúma studentaskúlanum, og bygginevndin varð víðkað og sett av nýggjum av Mentamálaráðnum, sum nú var byggiánari.
Frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini varð liðug í síðstu viku, og partarnir eru samdir um, at neyðugt er at hava einar 2 vikur til viðgerðina. Frágreiðingin fevnir um fleiri myndugleikar og persónar, og tí er tað umráðandi at tryggja eina gjølla og virðiliga viðgerð av frágreiðingini.
Mentamálaráðið hevur heitt á stýrini um at viðgera frágreiðingina og lata Mentamálaráðnum sínar viðmerkingar. Í hesum sambandi er eisini heitt á stýrini um at viðgera tey ógreiðu viðurskifti, sum Landsgrannskoðanin vísir á, og koma við tilmæli um, hvørjar møguligar ábøtur á regluverkið kunnu verða framdar, tað verið seg í lóg, viðtøkum og starvsskipan. Eisini hevur Mentamálaráðið heitt á stýrini um at viðgera møguligar aðrar avleiðingar, eitt nú um nakar kann sigast at hava veitt ella móttikið samsýning av órøttum.