Mentamálaráðið hevur verið fyri stórum atfinningum í fjølmiðlunum og hjá fleiri fakfeløgum fyri at bróta almenna setanarpolitikkin, tá ið eitt starvsfólk er sett tíðaravmarkað at styrkja og menna samskiftisøkið í ráðnum.
Mentamálaráðið hevur tikið atfinningarnar til sín og hevur gjørt av at endurskoða tíðaravmakaðu setanina, soleiðis at hon heldur seg innan fyri karmin, sum er ásettur í sáttmálanum. Starvið verður síðani lýst leyst til øll at søkja.
Mentamálaráðið harmast um óneyðuga rumblið, sum setanin av kunningarfólki hevur havt við sær.