20.10.2023 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fólkið í Norðuratlantshavi og Arktis skal sjálvt taka avgerðirnar og ábyrgdina

Fólkið í Norðuratlantshavi og Arktis skal sjálvt taka avgerðirnar og ábyrgdina
1 / 2

Í hesum døgum, 19-21 oktober, er árliga Arctic Circle Assembly ráðstevnan í Hørpuni í Reykjavík. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, var ein av høvuðsrøðarunum, tá ráðstevnan verður sett.

Í røðu síni segði landsstýrismaðurin:

“Tryggleiki, støðufesti og framburður hevur eyðkent, Arktis og Norðuratlantshavið, okkara geopolitiska grannalag. Men kríggi í Ukraina hevur sett reglubundnu heimsskipanina í altjóða politikki undir trýst. Trygdarpolitiska umhvørvið er í broytingin, og vit standa fyri nýggjum veruleikum, sum eisini fara at ávirka Arktis.

Tí er Arctic Circle kanska meira týdningarmikið enn nakrantíð, tí hetta forum varðar um fólkaræðisligu burðardygdina í okkara Arktis. Vit mugu verja um tey grundleggjandi fólkaræðisligu virðini, mannarættindi, frælsi og talufrælsi, ið knýta okkum saman og gera okkum sterkari.” 

røðuna.

Arctic Circle felagsskapurin skipar fyri ráðstevnu í Reykjavík í oktober á hvørjum ári, og er hetta størsta arktiska ráðstevna av sínum slag í heiminum. Meira enn 2000 luttakarar úr yvir 60 londum taka lut. Arctic Circle ráðstevnan var hildin á fyrsta sinni í 2013. Stovnari og formaður fyri Arctic Circle felagskapin er Ólafur Ragnar Grimsson, fyrrverandi forseti Íslands.

Føroyar eru væl umboðaðar á Arctic Circle í ár har bæði umboð vegna almennar myndugleikar og vinnulívið eru boðin at halda framløgur og taka lut í pallborðum.

Sí skránna fyri Arctic Circle Assembly 2023 her.

Í samband við ráðstevnuna hitti landsstýrismaðurin íslendska starvsbróður sín, Bjarni Benediktsson uttanríkisráðharra. Á fundinum umrøddu ráðharrarnir m.a. Hoyvíkssáttmálan, og møguleikarnar fyri øktum samhandilin innan karmarnar av sáttmálanum.

(Mynd: Arctic Circle og Uttanríkis- og vinnumálaráðið.)