Í hesi vikuni hava umboð úr sjey flokkum í danska Fólkatinginum verið í Føroyum á eini sonevndari "orienteringsrejse", har tey hava kunnað seg breitt um Føroyar og føroysk viðurskifti.
Tað var Ríkisumboðið, sum bjóðaði og skipaði fyri túrinum.
Týsdagin vóru tey á vitjan í Mentamálaráðnum, har landsstýriskvinnan greiddi teimum frá um føroyskar skúlaskipanir - heilt frá dagstovnaøkinum og til hægri útbúgvingar. Eisini greiddi hon frá um gransking, musikkskúlan og nýggja Tjóðleikhúsið.
Gestirnir vóru sera áhugaðir og høvdu hópin av spurningum og forvitni um tað, landsstýriskvinnan greiddi frá, og fleiri viðurskifti vóru, sum teir serliga vildu hoyra meiri um - til dømis musikkskúlaskipanina, lestrarlønina og vaksandi talið av lesandi í Føroyum.
Myndatekstur 1: Landsstýriskvinnan saman við gestunum úr Fólkatinginum og frá Ríkisumboðnum.
Myndatekstur 2: Rigmor Dam greiðir gestunum frá um føroysk viðurskifti.