Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett nýtt Fólkaskúlaráð fyri komandi trý árini frá 1. juni 2015 at rokna.
Uppgávan hjá Fólkaskúlaráðnum er sambært lógini at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan, og kann Fólkaskúlaráðið harumframt ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir.
Fólkaskúlaráðið er mannað við hesum limum:
Vagn Foldbo, formaður,
Súsanna Mortensen, serlærari,
Jónleif Johannesen, skúlaleiðari og AKT- lærari,
Annika Sølvará, umboð fyri felagið Heim og skúla,
Charlotta Thorsteinsson, lesivegleiðari,
Jenny Lydersen, samskipari, Mentamálaráðið,
Magnus Tausen, skrivari, Mentamálaráðið.
Fólkaskúlaráðið fer í sínum arbeiði at leita sær ráð og vegleiðing og seta seg í samband við serkøn og ábyrgdarhavandi innan tey ymsu virkisøki, sum ráðið viðger. Á henda hátt fáa onnur enn tey, sum eru sett í ráðið, høvi til at lýsa síni sjónarmið og harvið fáa ávirkan á menningina av fólkaskúlanum.