Fólkaskúlaráðið hevur handað landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, eitt álit um 10. flokk í Fólkaskúlanum. Álitið verður nú viðgjørt í ráðnum, og í næstum verða politisku flokkarnir kallaðir inn til fund.
Seinastu árini hevur skúlabyrjanin verið nógv viðgjørd. Minni hevur verið tosað um tíðarskeiðið, tá næmingarnir enda Fólkaskúlan.
Í Føroyum hava vit 9 ára undirvísingarskyldu, og tí er 10. flokkur eitt eyka skúlaár, sum ikki hevur somu krøv sum hini skúlaárini. 10. flokkarnir eru sera ymiskir bæði viðvíkjandi stødd og innihaldi, men ein stórur partur av næmingunum heldur fram í 10. flokki. Fólkaskúlaráðið valdi tí at viðgera 10. flokk.
Niðurstøðan hjá Fólkaskúlaráðnum er, at tað er týdningarmikið at halda fast við eitt 10. floks tilboð, men ávísar tillagingar og broytingar eiga at vera framdar.
Mælt verður m.a. til at skipa fýra 10. floks eindir kring landið, so eindirnar gerast hóskandi í stødd. Eisini verður mælt til nakrar innihaldsligar broytingar, so 10. flokkur strembar meira eftir at verða byrjanin til tilgongdina hjá næmingunum frameftir, heldur enn endin á fólkaskúlanum. Í viðgerðini hevur ráðið saknað gransking í fólkaskúlanum. Tískil mælir Fólkaskúlaráðið eisini til at seta pening av til hetta endamál.
- Møguligar broytingar og tillagingar skulu gerast eftir grundiga viðgerð, og í fyrsta umfari verða politisku flokkarnir kallaðir inn, so vit kunnu greiða teimum frá álitinum og saman viðgera, hvørja leið vit skulu ganga, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum.
Fólkaskúlaráðið hevur sum uppgávu at veita landsstýrisfólkinum í Mentamálum ráð viðvíkjandi fólkaskúlanum. Í ráðnum sita Vagn Foldbo, form., Jenny Lydersen, samskipari, Annika Sølvará, Charlotta Thorsteinson, Høgni Joensen, Súsanna Mortensen og Magnus Tausen, skrivari.
Les tilmælið her.