Føroysku tilnevningarnar til Mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins 2018
Nú styttist til árliga tiltakið, tá Mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar. Í ár fer tiltakið fram í Operuni í Oslo týskvøldið 30. oktober, og fimm føroysk nøvn eru tilnevnd.
Til Bókmentavirðislønina er Jóanes Nielsen tilnevndur fyri yrkingasavnið "Gudahøvd" frá 2017. Hetta er sættu ferð, at Jóanes er innstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins.
Í grundgevingini stendur millum annað: Tú sansar eina serliga frásøgugleði í yrkingunum, ið næstan minna um smáar samandrignar skaldsøgur við stórum søgum og lívsáskoðanum frá eini farnari tíð, tó at persónarnir tykjast sjáldsama til staðar her og nú.
Til Barna- og ungdómsvirðislønina er Bárður Oskarsson tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er triðju ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina.
Í grundgevingini stendur millum annað: Myndabøkurnar hjá Bárði Oskarssyni eru einfaldar og naivistiskar, men samstundis sniðfundigar. Hann letur síni djór, ið øll hava menniskjansligar eginleikar og kenslur, brótast við etiskar avbjóðingar og tilveruspurningar – uttan tó at koma við einføldum svarum. Træið er einki undantak í so máta.
Rakel Helmsdal er hartil eisini tilnevnd til Barna- og ungómsvirðisløn, men tað sermerkta er, at hon er tilnevnd úr Íslandi fyri bókina "Skrímsli í vanda" frá 2017, sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler.
Í grundgevingini stendur millum annað: søgan vekir væl kendar kenslur hjá bæði børnum og vaksnum, men hon hevur so mong løg, at lesarin upplivir og skilir søguna út frá egnum royndum og búnaskapi. Myndir og tekstur ganga upp í eina hægri eind.
Til tónleikavirðislønina er tónleikabólkurin Hamferð er tilnevndur fyri útgávuna Támsins likam.
Í grundgevingini verður sagt, at orkestrið nær hugtakandi tónlistaligar og tekniskar hæddir, sum tala til ein nógv breiðari skara enn tey, ið vanliga lurta eftir sonevndu Doom-genruni. Hartil hevur útgávan, ið hevur seks skeringar, men tó skal fatast sum ein heild, fingið sera góð altjóða ummæli.
Til umhvørvisvirðislønina er felagið Green IQ úr Hvalvík tilnevnt fyri serligu skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.
Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur millum annað, at henda skipanin minkar bæði um útreiðslurnar og um freistingina at lata oljudálkað vatn á sjógv. Skipanin kann til dømis eisini nýtast til oljudálking í havnum, har eitt einstakt fólk við hesi skipanini kann steðga eini størri oljudálking. Green IQ eru eitt gott dømi um, at smá norðurlendsk feløg kunnu koma við góðum loysnum til ein av stóru náttúrutrupulleikunum í heiminum.
Til filmsvirðislønina er eingin tilnevning úr Føroyum.
Meira kann lesast um tilnevningarnar á heimasíðu Norðurlandaráðsins www.norden.org
mynd: Birgir Kruse