Føroyski báturin á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini
Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin í dag innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.
“Hetta er fyrstu ferð, at Norðurlond eru gingin saman um eina innskriving á UNESCO listan yvir siðaarv, og tað er gleðiligt, at tað júst er aldagamli súðubygdi báturin, sum framvegis hevur so stóran týdning í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar fáa eitt evni innskrivað á UNESCO listan”, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.
Síðan 2015 hava bátasmiðir, bátafeløg og søvn úr øllum Norðurlondum arbeitt miðvíst við hugskotinum at fáa norrøna súðubygda bátin settan á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv. Av fyrstan tíð var tað norska Forbundet Kysten, ið samskipaði arbeiðið. Tá ein felags norðurlendsk umsókn varð send UNESCO í mars 2020, var tað norska mentamálaráðið, ið samskipaði arbeiðið við umsóknini vegna øll tey norðurlendsku londini. Fyrr í ár kom so fráboðan frá UNESCO um at umsóknin var fyribils góðkend, og at hon fór at verða endaliga viðgjørd á nevndarfundi fyri UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í desember í ár.
“Bátasmiðir, áhugafeløg, Róðrarsambandið, Tjóðsavnið og øll tey mongu, sum hava staðið saman um arbeiðið at fáa føroyska bátin á UNESCO listan yvir siðaarv hava framt eitt megnar arbeiðið, ið fer at verða føroyska bátinum og okkum øllum til miklan frama. Hjartaliga tillukku við tí. Við at seta føroyska bátin á UNESCO listan binda vit okkum sum samfelag til at vitanin um føroyska bátin og førleikin at smíða og brúka bátin verða varðveitt og førd víðari til komandi ættarlið,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, fekk helst sítt eyðkenda vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17. øld. Føroyski báturin er súðubygdur, har kjølurin fyrst verður reistur, og borðini síðan verða sett fyri við kanti yvir kant og klinkað saman í súðunum. Hesin hátturin at smíða bátar hevur verið kendur í minst 2000 ár og er brúktur í øllum Norðurlondum. Stóru víkingaskipini, ið sigldu um høv fyri yvir 1000 árum síðan, vóru súðubygd.
Gjøgnum øldir hevði føroyski báturin stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum. Hann var álitið til fiskiskap, veiðu og til flutning millum oyggjarnar. Í dag verður hann mest brúktur til kappróður og til frítíðarvirksemi, og av tí sama fækkast bátasmiðirnir og brúkið av føroyska bátinum.
Enn ber til at fáa ein føroyskan bát smíðaðan, men verður onki gjørt, er vandi fyri, at komandi ættarlið ikki duga aldagamla handverkið at smíða ein føroyskan bát. Missa vit vitanina og førleikan at smíða og brúka føroyska bátin, missa vit ein part av okkara felags samleika.
UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi er frá 2003. Endamálið við sáttmálanum er at økja virðingina fyri og kunnleikan um siðaarv. Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018. Tað er Tjóðsavnið, sum umsitur sáttmálan um verju av siðaarvi í Føroyum.
(Mynd: Umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, føroysku UNESCO nevndina, Tjóðsavnið, Róðrarsambandið og bátafeløg á lítlari samkomu í Uttanríkis- og mentamálaráðnum í dag.)
Uttanríkis- og mentamálaráðið
14. desember 2021