Aftur í ár verður átak gjørt føroyskum bókmentum at frama. Føroysk luttøka verður aftur á bókamessuni í Frankfurt í oktober, og sum nakað nýtt verður eisini føroysk luttøka á bókamessuni í Göteborg í september. Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám hava tikið fyrstu stigini í fyrireikingini, og Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið hava gjørt av at seta pening og orku av til messurnar báðar.
Í nógv ár hava føroysk forløg verið á árligu bókamessuni í Frankfurt. Hetta er heimsins størsta bókamessa, har rættindi verða keypt og seld. Umframt at gera føroyska bókaútgávu sjónliga, hevur luturin hjá føroysku forløgunum serliga verið at keypa rættindi til handrit og at fáa samstarv við útlendsk forløg, bæði á skúlabókaøkinum og til útgávur til børn og ung. Hetta er neyðugur partur av forlagsvirkseminum, um tú skalt fylgja við og lofta tí, sum er uppi í tíðini.
Á bókamessuni í 2011 var Ísland heiðursland. Í tí sambandinum bjóðaðu íslendingar Føroyum at fáa lut í hesum serliga átaki. Mentamálaráðið tók av hesi innbjóðing og stuðlaði á fyrsta sinni beinleiðis føroyskari umboðan á altjóða bókamessu. Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið saman við forløgunum gjørdu av at gera serliga nógv burturúr. Talan var um munandi størri bás og fleiri fólk úr Føroyum umboðandi forløg, høvundar o.o. Ongantíð hevur so nógv fokus verið á føroyskari bókaútgávu í Frankfurt, og nógv fleiri gestir vóru og vitjaðu føroyska básin. Á nógvum økjum var talan um stórt frambrot, men eftirmetingin hevur eisini víst, at arbeiðið at fáa føroyska bókaútgávu út á altjóða marknaðin má verða skipað enn betur, so arbeiðið verður miðvíst og varandi.
Sett bókmentaligan samskipara
Ein niðurstøða í eftirmetingini er, at ein bókmentaligur samskipari má verða settur, sum kann vera við í fyrireikingunum, fáa samband við útlendskar forleggjarar og forløg, kann fáa møguligar avtalur upp á pláss og fylgja arbeiðinum upp. Tíverri hava føroysk forløg ikki orku til hetta, og tí er tað eitt stórt frambrot, at bókmentaligur samskipari er settur og ikki minst spennandi møguleiki fyri føroysk forløg og høvundar.
Tað er drúgt og krevjandi og grundað á álit at fáa avtalur í lag við útlendsk útgávuforløg. Tí eru vit sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at gera avtalu við Jenny Johannessen um hesa verkætlan. Jenny er 29 ára gomul, fødd og uppvaksin heima á Sandi. Hon hevur eina BA í bókmentafrøði og hevur júst latið ritgerð inn í bókmentafrøði á fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn. Í sínari útbúgving, eins væl og teimum størvum, sum hon hevur røkt í lestrartíðini, hevur hon lagt seg eftir at breiða hugsanir út um mentanartiltøk og bókmentaheimin til almennar og privatar fyritøkur eins væl og almenningin.
Jenny hevur eisini arbeitt á einum donskum sjálvsútgevaraforlagi, har hon stóð fyri uttaneftir samskifti forlagsins, eitt nú við sosialum miðlum, og hon hevur gjørt kunningarátøk um e-bøkur fyri sjálvsútgevarar. Tá fekk hon eisini møguleika at samskipa básin til Forum-bókamessuna í 2010 og 2011 og greiddi frá virkseminum og røkti sambandið við áhuga.
Í fyrstu syftu er talan um verkætlan, sum er galdandi hetta árið.
Göteborg og Frankfurt
Heldur enn at leggja alla orkuna í bókamessuna í Frankfurt í oktober er gjørt av, at í 2012 verður føroysk umboðan á tveimum bókamessum, bæði Göteborg og Frankfurt.
Í ár er serligt fokus í Göteborg á norðurlendskar bókmentir, og tann messan er í nógv størri mun enn Frankfurt ein messa fyri øll bókmentaáhugað og ikki bara forlagsfólk. Messudagarnar eru nógv seminar, og føroyskir høvundar og forlagsfólk eru umboðað í fleiri tiltøkum. Eisini verða føroyskar bókmentir sýndar fram í føroyskum bási, eins og føroyingar eru umboðaðir í “rights centre”, har rættindi verða keypt og seld.
Fyri at fáa hetta at bera til fíggjarliga verður føroyski básurin minni í Frankfurt í mun til í fjør, og har verður dentur lagdur á fundir við umboð fyri útlendsk forløg. Norðurlandahúsið saman við Bókamiðsøluni stendur fyri at samskipa messuluttøkuna.
Føroyskar bókmentir út í heim
Endamálið við hesum átaki er sjálvandi at breiða út kunnleika um føroyskar bókmentir. Í fjør varð skipað fyri at velja út 10 verk at umboða nýggjar føroyskar bókmentir. Brot úr hesum verkum og høvundalýsingar vórðu týdd til enskt og týskt. Hetta tilfar verður grundarlagið undir føroysku umboðanini aftur í ár, umframt at mett verður um, hvørt nøkur handrit skulu leggjast afturat. Á henda hátt verður møguligt miðvíst og støðugt at byggja út tilfar og økja um kunnleikan til føroyskar bókmentir, og vónin er, at hesi fyrstu árini við samskipaðari, felags føroyskari luttøku fara at bera ávøkstur, sum fer at vísa seg aftur í komandi tíðum til gagns fyri føroyska bókmentaheimin.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jenny Johannessen, tel. +45 31 43 18 82 jenny@bms.fo ella Birnu Jacobsen birna@nlh.fo tel. 224637.
Vinaliga
Samskipanarbólkurin við umboðan frá Mentamálaráðnum, Norðurlandahúsinum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám.