Flestu øll lond, sum bjóða út maritimar útbúgvingar, hava sonevndar aspirantskipanir. Eftir hesum skipanum skifta lesandi ímillum skúla- og sjólívið. Sáttmáli krevst millum næming, skúla og reiðarí um starvsvenjing, og næmingarnir fáa bæði prógv og vinnubræv, tá útbúgvingin er liðug.
Skipanin er heldur ikki ókend fyri okkum, tí í mong ár hevur hópur av føroyingum útbúgvið seg til skipsførara og maskinmeistara eftir aspirantskipanum í Danmark og aðrastaðni.
Tað er tí ilt at skilja, hví røddir úr Føroya Fiskimannafelag finnast hvassliga at einari føroyskari aspirantskipan, har lesandi fáa høvi at ganga í føroyskum sjómansskúla og fara í starvsvenjing umborð á føroyskum ella útlendskum skipum. Talan kann vera bæði um skip í altjóða sigling og fiskiskip.
Tað er upplagt at bjóða okkara ungdómi útbúgvingar í Føroyum, - eisini teimum, sum hava hug til sjógvin. Hetta átti eisini at verið søtur tónleikur í oyrunum hjá Fiskimannafelagnum.
Royndarskipan, sum lýkur altjóða krøv
Føroyska aspirantskipanin byrjar sum ein royndarskipan, ið verður eftirmett um eitt ár. Skipanin er gjørd við fyrimynd úr grannalondunum, og lýkur øll altjóða STCW – krøv hjá IMO, um fakliga støðið, skeið og siglingstíð. Men skipanin verður í fyrsta umfari royndarkoyrd, so til bera at gera tillagingar í útbúgvingini, um neyðugt.
Skiparar og skipsførarar fyrst
Byrjað verður við skiparum og skipsførarum. Ætlanin er eisini at útbúgva maskinistar og maskinmeistarar eftir somu skipan seinni. Kravið til tey lesandi er, at tey hava gymnasialt miðnámsprógv, og at sáttmáli verður gjørdur við góðkent reiðarí um starvsvenjingina.
Vónandi fer áhugi at verða millum ung fyri útbúgvingini, tí tilgongdin av næmingum til skipara og skipsføraraútbúgvingarnar hevur verið fallandi.
Aspirantskipanin ein møguleiki afturat
Tað fer framhaldandi at bera til at lesa til skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara eftir teimum útbúgvingarskipanum, sum eru í dag. Hesar virka sera væl og verða tí ikki broyttar!
Aspirantskipanin kemur sostatt ikki ístaðin fyri verandi útbúgvingar í maritimu skúlunum, - men hon verður eitt tilboð afturat, sum fer at geva fleiri ungum møguleika at útbúgva seg í Føroyum.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður