Nú verður møguligt hjá maritimu skúlunum at seta føroyska aspirantskipan í verk. Kunngerð verður lýst, ið heimilar aspirantskipan fyri bæði navigatør- og maskinmeistaraútbúgvingina. Í fyrsta umfari verður hon roynd við navigatørum á Vinnuháskúlanum í summar. Kravið til upptøku er gymnasialt miðnámsskúlaprógv.
Mentamálaráðið hevur í eina tíð arbeitt saman við viðkomandi pørtum at tilevna eina aspirantskipan, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Og nú er loksins komið á mál.
Skipanin er løgd til rættis soleiðis, at aspirantarnir skifta millum at sigla og at vera í skúla. Hetta tryggjar, at næmingar fáa vinnubræv, tá teir fáa prógv, tí altjóða reglur hjá IMO áseta, at siglingstíðin kann verða 12 mánaðir, tá talan er um skipaða útbúgvingargongd.
Eftir aspirantskipanini fer tað at taka 24 mánaðir at taka skiparaprógv og at fáa vinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við handilsskipi. Og eftir 36 mánaðum kann aspiranturin taka skipsføraraprógv og fáa vinnubræv sum stýrimaður á 2. stigi við handilsskipi. Eftir vanligu skipanini er kravið til siglingstíð 18 mánaðir til fiskiskip og 36 mánaðir til handilsskip.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður sigur, at londini kring okkum hava aspirantskipanir, og at tað hevur verið tosað um at seta slíka skipan í verk í Føroyum í áravís. Landsstýrismaðurin fegnist um, at tað nú loksins fer at bera til. Fleiri reiðarí m.a. undir FAS hava eftirlýst aspirantskipanina, og tí vónar landsstýrismaðurin eisini, at fleiri sáttmálar fara at verða undirskrivaðir. Hetta verður eisini ein heilt nýggjur møguleiki hjá ungfólki við miðnámsskúlaprógvi at velja sjólívið, sigur landsstýrismaðurin at enda.