17.03.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

FØROYINGUR STÝRISFORMAÐUR Í NAPA, NORÐURLENDSKA MENTANARSTOVNINUM Í GRØNLANDI

FØROYINGUR STÝRISFORMAÐUR Í NAPA, NORÐURLENDSKA MENTANARSTOVNINUM Í GRØNLANDI

NAPA er mentanarstovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum og hevur sæti í grønlendska mentanarhúsinum KATUAQ. Ein av høvuðsuppgávunum er at byggja brýr ímillum Grønland og Norðurlond, við at stuðla og birta undir mentanarvirksemi.

Á fundi í síðstu viku skipaði stýrið fyri NAPA seg við Bergi Berg sum formanni. Bergur er í starvi sum fulltrúi í Mentamálaráðnum og hevur verið í stýrinum fyri NAPA vegna Føroyar nú í nøkur ár. Norðurlandaráðið velur stýrið fyri tvey ár í senn. Í stýrinum eru 5 fastir limir og 3 tiltakslimir, ein úr hvørjum av teimum fimm norðurlondunum og teimum trimum londunum við sjálvstýri.

NAPA er virkin sum stuðul og íverksetari í grønlendska mentanarlívinum. Listafólk úr øllum norðurlondum, eisini úr Føroyum, hava virkað við í tiltøkum í Grønlandi ella um Grønland, sum NAPA hevur stuðlað ella staðið fyri. NAPA leggur dent á at stuðla mentanartiltøkum, sum so ella so varpa ljós á Grønland í norðurlondum og grannaøkjunum, ella sum varpa ljós á norðurlond og grannaøkini í Grønlandi, umframt tiltøk fyri børn og ung í Grønalndi.

Í NAPA starvast stjórin, Mats Bjerde úr Svøríki og tvey onnur starvsfólk. Raksturin – ið fyrst og fremst er stuðul til mentanartiltøk, ella tiltøk sum NAPA sjálvur stendur fyri – er nakað omanfyri 7 milliónir um árið.

Nógv tilfar um NAPA er tøkt á heimasíðuni hjá stovninum www.napa.gl, og hann er eisini á Facebook.