Komandi árið verður tað Martin Næs, deildarstjóri í Mentamálaráðnum, sum verður næstformaður í Nordisk Kulturfond. Formaður verður danski fólkatingsmaðurin og fyrrverandi ráðharrin, Mogens Jensen.
Nýggja nevndin varð vald á fundi í Norðurlendska Mentanargrunninum í november 2017 og tók við á nýggjárinum.
Norðurlendski mentanargrunnurin varð settur á stovn 1966 og hevur til endamáls at stuðla mentan, sum brýtur mørk, og tiltøkum, sum eru dynamisk og endurnýggjandi.
Í 2018 hevur grunnurin umleið 30 milliónir krónur at býta út til mentanarlig tiltøk, sum verða fyriskipað í norðurlondum.
Martin Næs hevur verið nevndarlimur í Nordisk Kulturfond í trimum 2-ára umførum síðan 2009.
Næsti stýrisfundur hjá Norðurlendska Mentanargrunninum verður her í Føroyum í mei mánaða komandi.
Meira kann lesast um virksemið hjá Nordisk Kulturfond her www.nordiskkulturfond.org