Í gjár var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, á fundi við hinar mentamálaráðharrarnar í Norðurlondum fyri at taka støðu til, hvar næsta stóra Norðurlendska mentanartiltakið skal vera.
Undanfarin ár hava stórbýir, sum London og Washington, hýst stóru felags Norðurlendsku mentanartiltøkunum, har eisini føroyingar hava luttikið við framførðslum og sýninginum.
Á fundinum í gjár samdust Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir um, at næsta landið at hýsa hesum stóra og væl skipaða mentanarátakinum skal vera Kananda, og átakið skal vara alt árið 2021.
Høgni Hoydal sigur, at tað var trupult at velja eitt einstakt land, tí áhugin fyri at hýsa tiltakinum - og fyri Norðurlondum sum heild - hevur verið ovurhondsstórur kring heimin.
- Tað var gleðiligt, men óvæntað, at heili 23 ymisk støð ynsktu at hýsa tiltakinum næstuferð. Av teimum 23 umrøddu vit í høvuðsheitum átta, sum vóru serliga áhugaverd, sigur Høgni og fegnast um, at valið fall á Kanada.
- Eg fegnist um, at vit, norðurlendsku mentamálaráðharrar, hava valt Kanada til hetta næsta serstaka átakið fyri at fremja norðurlendska mentan og list kring heimin.
- Norðurlendsku sambondini til Kanada eru drúgv og søgulig. Fyri Føroyar hevur serliga havið og fiskiskapur knýtt Føroyar og Kanada saman. Við hesum røkkur norðurlendska mentanar- og listaátakið tvørtur um alt Norðuratlantshav og Arktis, og í roynd og veru liggja Føroyar beint í miðjuni, greiðir Høgni Hoydal frá og leggur í hesum høpi dent á møguleikarnar, sum føroysk listafólk fáa av hesum.
- Føroysk mentan og listafólk fara í hesum átaki eisini at kunna fáa ein týðandi leiklut í teimum ymsu verkætlanunum, framsýningum og skapandi tiltøkum, sum verða fyriskipað í Kanada.
Endamálið við hesum felags Norðurlendsku mentanarátøkunum kring heimin er at styrkja samspælið millum Norðurlendsku mentanargeirarnar og umheimin, at vísa umheiminum Norðurlendska mentan og at skapa meirvirði fyri luttakandi listafólkini.
Við á skránni verða fleiri ymsar listargreinar, men dentur verður serliga lagdur á list við einum burðardyggum vinkli og á listafólk, sum kanna burðardygd í teirra arbeiði og hava ein málsetning um at arbeiða CO2-nevtralt.
Uppskotini um, hvar næsta stóra mentanarátakið skuldi vera, hava verið tl hoyringar hjá mentanarstovnum og -felagsskapum í øllum Norðurlondum.
(mynd: Randi Samsonsen var eitt av luttakandi føroysku listafólkunum, tá stóra Norðurlendska mentanarátakið var hildið í London í 2017)