Føroyar við í norðurlendskari mentanarinnrás í London í 2017
Alt árið 2017 verður mentan og list úr øllum Norðurlondun sett á breddan í London, har størsti mentanar- og listadepilin Soutbank Centre verður karmur um stórfingna mentanarfestivalin Nordic Matters.
Norðurlendska ráðharraráðið hevur stuðlað tiltakinum við fimm milliónum krónum, og nógvar ymiskar listagreinar og tiltøk verða á skránni, harímillum tónleikur, dansur, palllist, bókmentir, design, myndlist, móti og matur, fyrilestrar og kjak.
Fleiri føroysk listafólk verða við í festivalinum, og kunngjørt verður seinni, hvørji hesi eru. Tað eru Norðurlandahúsið, Sendistovan í London og Mentamálaráðið, ið seinasta árið hava arbeitt við at fáa føroysk listafólk at umboða føroyska partin.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tekur lut í setanini, sum verður í London 13.-14. januar 2017. Tað sama gera ráðharrar úr hinum Norðurlondunum og Bretlandi umframt tey norðurlendsku sendifólkini. Landsstýriskvinnan hevur stórar vónir til Nordic Matters og tann týdning, festivalurin kann fáa fyri føroysku listafólkini, sum skulu luttaka:
“Við hesum felags átakinum fáa føroysk listafólk saman við sínum norðurlendsku starvsfeløgum eitt gylt høvi at røkka nýggjum áskoðarum og marknaðum. Tað er forkunnugt at kunna vera við til at varpa ljós á norðurlendska list og á henda hátt skapa møguleikar fyri at menna listina og eisini flyta hana út um landoddarnar.”
Nordic Matters er eitt fjølbroytt og framsøkið átak. Southbank Centre fer at vísa bretum, at norðurlendsk mentan er annað enn myrkar sjónvarpsrøðir og krimisøgur, sum vit kenna tær frá Nordic Noir-rákinum. Nordic Matters fer eisini at fevna um serstøk norðurlendsk fyribrigdi sum eitt nú javnstøðu millum kynini og raðfesting av børnum og ungum. Listaligi leiðarin á Southbank Centre, Jude Kelly, leggur dent á hetta, tá hon sigur:
“Norðurlondini hava í fleiri ár slóðað fyri at skapa sosialar broytingar – frá at berjast fyri rættindum hjá ungum til umhvørvisspurningin og til stríðið fyri javnstøðu millum kynini. Norðurlendska tilgongdin til mentan og útbúgving er í góðum samljóði við áskoðanina hjá Southbank Centre, at listin kann broyta lívið hjá menniskjum.”
Seinasti stóri mentanarfestivalinum av hesum slagi var Nordic Cool í Washington í 2013. Tá vitjaðu á leið 300.000 fólk festivalin, og teir á leið 90 glasfuglarnir hjá Tróndi Patursson vaktu serligan ans. Harumframt høvdu Eivør og Yggdrasil konsertir, og Guðrun Rógvadóttir og Hanus Kamban luttóku í pallborðsfundum um ávikavist norðurlendska sniðgeving og norðurlendskar bókmentir.
Til ber at lesa meir um Nordic Matters her: http://www.southbankcentre.co.uk/whatson/festivals-series/nordic-matters
Meir kunning:
Inger Smærup Sørensen, samskipari, +298 224673, inger@nlh.fo
Myndatekstur:
Norðurlendsku ráðharrarnir, sum saman hava stuðlað stóra norðurlendska festivalinum í London: Bertel Haarder, Alice Bah Kuhnke, Thorhild Widvey, Rigmor Dam, Nivi Olsen, Sanni Grahn-Laasonen og Illugi Gunnarsson. (Johannes Jansson/norden.org)