27.09.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

FØROYAR VIÐ Á BÓKAMESSUNI Í GØTEBORG

Hósdagin 27. september byrjar stóra Bókamessan í Göteborg, har Føroyar í ár verða umboðaðar. Í ár verður serligt ljós varpað á norðurlendskar bókmentir, og rithøvundar úr øllum Norðurlondum eru við á ymiskum seminarum.

Føroyar hava sín egna bás við 5 ymiskum forløgum, ið sýna fram upprunaføroyskar bókmentir. Forløgini eru Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Fróðskapur og Mentunargrunnur Studentafelagsins. Afturat føroysku forløgunum er eisini danska forlagið hjá Hugini Eide, forlaget Torgard, ið gevur út nógvar føroyskar bókmentir á donskum. Hesar bøkur verða eisini at fáa til keyps á básinum.

Messudagarnar eru nógv seminar, og føroyskir rithøvundar og forlagsfólk eru umboðað í fleiri tiltøkum við upplestri av egnum verkum og kjaki um bókmentir í útnorði. Luttakandi rithøvundar og forlagsfólk eru Carl Jóhan Jensen, Tóroddur Poulsen, Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen, Marjun Syderbø Kjelnæs og Niels Jákup Thomsen.

FarLit, sum er ein stytting fyri “Faroese Literature”, verður umboðað í Rights Center, har forløg og agentar úr øllum Evropa møtast at knýta sambond, fáa samstarv og skapa yvirlit yvir tann norðurlendska marknaðin. Tað er eisini í Rights Center, at rættindi verða keypt og seld. FarLit er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at marknaðarføra føroyska bókaútgávu á altjóða bókamarknaðinum. FarLit er eitt samstarv ímillum Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám.

Landstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, verður eisini við á Bókamessuni. Hann er saman við mentamálaráðharrunum í hinum Norðurlondunum boðin við til setanina hósdagin 27. september kl. 11.00.

Seinni sama dag kl. 17.00 verður skipað fyri móttøku á føroyska básinum, har borðreitt verður við føroyskum mati – brotbreyði og laksi, sum Bakaríið hjá Jórun og Hiddenfjord hava stuðlað. Føroya Bjór, Okkara og Dism hava stuðlað við drykkivørum.

Bókamessan er opin frá hósdegi 27. september til sunnudagin 30. september. Messan er við árunum vorðin til tað størsta norðurlendska mentanarátakið við uml. 100.000 vitjandi hvørt ár.