Føroyar vertur fyri norðurlendskum seminari um námsætlanir
Hósdagin 21. september og fríggjdagin 22. september eru Føroyar vertur fyri einum seminari fyri embætisfólk úr øllum Norðurlondum.
Tey eru komin higar at umrøða arbeiðið við at gera og tillaga námsætlanir til fólka- og miðnámsskúlan, samanbera royndir, arbeiðshættir og annars hitta sínar norðurlendsku starvsfelagar í einum fakligum forumi.
Námsætlanir eru ætlanir fyri tað, næmingarnir skulu læra í hvørjari einstakari lærugrein á hvørjum einstøkum floksstigi í skúlanum.
Hetta felags norðurlendska seminarið er á skrá einaferð árliga fyri tey, sum arbeiða við námsætlanum í Føroyum, Svøríki, Noregi, Grønlandi, Danmark, Íslandi, Álandi og Finnlandi.
- Vit sita hvør í sínum lagi í ymsu londunum og arbeiða við hesum víttfevnandi økinum. Tað er sera gevandi og fakliga gott at kunna hitta starvsfelagar úr øðrum norðurlondum, og deila okkara royndir og avbjóðingar, sigur John Dalsgarð, sum arbeiðir við føroysku námsætlanunum, og sum hevur fyrireikað seminarið í vegna Mentamálaráðið.
Londini skiftast um at vera vertir, og í ár er hópurin, sum telur um 30 fólk, í Føroyum. Høvuðsevnið hesaferð er "eftirmeting og endurskoðan av námsætlanum".
Hósmorgunin kl 09 varð Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum í Smæruni og setti seminarið, og í gjár fingu gestirnir framløgur um føroyska námsætlanararbeiðið bæði í fólkaskúla og á miðnámi, umframt at tey kjakaðust um avbjóðingar í mun til at endurskoða námsætlanirnar.
John Dalsgarð sigur, at arbeiðið við at endurskoða námsætlanirnar næstan er eins týdningarmikið, sum at seta tær í gildi, og at vit í Føroyum eisini mugu fáa eitt kjak í lag um, hvussu námsætlanirnar virka, og um okkurt skuldi verðið broytt.
Fríggjadagin fer hópurin út at hyggja at skúlum í høvuðsstaðarøkinum, áðrenn tey hava seinasta samanumtakandi fundin á seminarinum.