(Mynd: hringbraut.is)
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, er í morgin, 20. apríl, boðin til hátíðarløtu í íslendska høuvðsstaðnum, Reykjavík, tá nýggi bygningurin, sum skal húsa Stovni Vigdísar Finnbogadóttur, alment verður tikin í nýtslu.
Stovnur Vigdísar Finnbogadóttur fyri fleirmæli og tvørmentanarligari fatan er granskingar- og undirvísingarstovnur undir íslendska universitetinum. Stovnurin er uppkallaður eftir fyrrverandi íslendska forsetanum, Vigdís Finnbogadóttir, sum altíð hevur lagt stóran dent á týdningin av fremmandamálsligum førleikum og hevur verið UNESCO goodwill ambassadørur fyri heimsins mál síðan 1998.
Nýggi bygningurin hevur fingið stuðul úr nógvum ymiskum londum, og í samband við 80 ára føðingardagin hjá Vigdís Finnbogadóttur í 2010 vóru Føroyar við til at handa eina peningagávu til verkætlanina frá øllum norðurlondunum. Føroyska íkastið var 825.000. Av hesum komu 450.000 krónur frá Løgtinginum og 375.000 frá privatu fyritøkunum Fremherja, Føroya Banka, Smyril Line, Atlantic Airways og Tryggingarfelagnum Føroyar.
Íslendingar hava havt møguleika at koma við navnauppskotum til nýggja húsið. Fleiri enn 800 uppskot komu inn, og í gjár varð avdúkað, at heitið verður “Veröld – hús Vigdísar”.
Almenna tiltakið byrjar klokkan trý seinnapartin í morgin, og í annað kvøld er føroyska landsstýriskvinnan boðin til døgurða saman við øðrum útlendskum gestum.