Føroyar umboðaðar á setanini av Mentanarhøvuðsstaði í Evropa 2018
Um vikuskiftið hava Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Kate Sanderson, sendiharri Føroya í Bruxelles, verið á almennari vitjan í Frísalandi, sum er ein landspartur av Hollandi.
Býurin Leeuwarden er kosin at vera Mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri 2018, og nógv varð gjørt burturúr setanini.
- Vit vórðu boðin við, tí Frísar eru sera áhugaðir í at fáa eitt samstarv í lag við Føroyar, og tí vit í sambandi við setanina luttóku í einum orðaskifti við aðrar evropeiskar tjóðir, ið eru minnilutamál, um málvarðveitslu og -menning, sigur Rigmor Dam.
Í Frísalandi verður nógv gjørt fyri at varðveita uppruna málið og verja tað frá Hollendskum, sum er almenna málið í landinum. Til dømis hava tey frísiskar skúlar, gransking og verkætlanir, sum skulu stimbra málið. Gestirnir vórðu vístir runt, bæði til støð, sum hava við málmenning at gera, men eisini til onnur merkisverd og mentanarlig støð.
- Blíðskapurin var óvanliga stórur fyri eina almenna vitjan, og til sjálva setanina sótu vit saman við hollendsku kongshjúnunum. So høgt virdu tey sínar útlendsku gestir, greiðir Rigmor Dam frá.
Leeuwarden tekur við eftir Århus, sum var mentanarhøvuðsstaður í Evropa í 2017.
Mynd:
Rigmor Dam til setanina av Mentanarbýnum í Evropa 2018 saman við Sietske Poepjes, sum er Mentamálaráðharri í Frísalandi, og Eileen Mannion, sum er County Mayor í Galway, Írlandi.