Føroyar til hoyring í sáttmála Sameindu Tjóða fyri rættindum hjá einstaklingum, ið bera brek
Føroyar vóru fríggjadagin 23. august til hoyring í ST-sáttmálanum fyri rættindum hjá einstaklingum, ið bera brek – Convention on the Rights of Persons with Disabilties (CRPD) - sum Føroyar tóku undir við í 2009.
Hoyringin fór fram í høvuðssæti Sameindu Tjóða fyri mannarættindum í Genève. Hoyringin tók støði í spurningum frá hoyringarnevndini í 2019, svari frá Føroya Landsstýri í frágreiðing frá 2020 um, hvussu Føroyar virka fyri rættindum og íverksetan sambært sáttmálanum, og í skuggafrágreiðingini frá MEGD.
Hoyringarnevndin, sum varð umboðað av serfrøðingum á sáttmálaøkjunum vegna limalond í ST, fegnaðist um luttøku Føroya og setti Føroyum nógvar spurningar um m.a. lóggávu og átøk, ið Føroya Landsstýri hevur framt á almanna-, barna-, útbúgvingar-, heilsu- og talgilda økinum. Nevndin viðmerkti m.a. eisini týdningin av at tryggja rættindi hjá áhugafelagsskapum at verða hoyrd í tilgongdum um lógarsmíð.
Í svari vístu Føroyar m.a. á viðkomandi nýggja lóggávu á økinum, so sum løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um brekumboð. Eisini varð víst á átøk, so sum Barnaverkætlanina, til frama fyri korum hjá øllum børnum.
Umboð vegna Almanna- og mentamálaráðið við samskipandi leikluti, Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Talgildu Føroyar vegna Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið umboðaðu Føroyar til hoyringina.
Niðurstøður og tilmæli frá hoyringarnevndini verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Sameindu Tjóðum 6. september, umframt á heimasíðunum hjá Almanna- og mentamálaráðnum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.