14.05.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar søkt um luttøku í EM fyri yrkis- og handverkslærlingar

Í farnu viku var Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, saman við umboðum fyri Yrkisdepilin, Vinnuhúsið og føroysku vinnuna, í Lettlandi fyri at eygleiða stóru lettisku kappingina í handverki.

Talan var um kapping millum yrkis- og handverkaralærlingar úr Lettlandi, sum við einum sigri tryggjaðu sær atgongd til evropameistarakappingina, World Skills Europe, innan sítt yrki.

Lettland hevur lagt serligan dent á støðugt at menna handverksútbúgvingarøkið og á at luttaka á altjóða støði, og tey hava staðið seg sera væl. Millum annað hava tey regluliga vunnið gull og silvur í nøkrum yrkjum í europeisku kappingini.

Endamálið við ferðini var at síggja, hvussu lettiska kappingin er skipað, og kanna, hvussu føroyskir yrkis- og handverkslærlingar kunnu luttaka í Evropameistarakappingini á jøvnum føti við hini.

Seinastu tvey árini hevur verið skipað fyri FM í handverki fyri føroyskar lærlingar, og ætlanin er støðugt at víðka og menna hetta tiltakið.

Bæði fyri at seta fokus á yrkisútbúgvingarnar og góða handverkið, og fyri at vísa á virðið og dygdirnar, sum gott handverk ber í sær.

- Vit ynskja at menna og styrkja yrkisútbúgvingarøkið, og tí verður kunningin og vegleiðingin um yrkisútbúgvingar nú betrað, so okkara ungu kunnu gera eitt meira tilvitað val millum yrkisútbúgvingar og ta gymnasialu loysnina, vísir Hanna Jensen á.

Hon leggur dent á, at tað ikki snýr seg um eina kapping ímillum ymsu skúlaleiðirnar, men um at veita teimum ungu best møguligar fortreytir fyri at velja sær útbugvingarleið eftir evnum og áhuga.

- Fyri at vísa, at vit taka yrkisútbúgvingarnar í størsta álvara – og at vit eru errin av okkara dugnaligu lærlingum - hava vit nú søkt um limaskap í World Skills Europe. Aðalfundurin hjá World Skills Europe skal viðgera umsókninina hjá Føroyum, og verður hon gingin á møti, eru vit ivaleys í, at føroysku lærlingarnir fara at standa seg væl. Vit vita, at okkara yrkisútbúgvingar eru á altjóða støði, og at vit eru fult kappingarfør á hesum økinum, sigur Hanna Jensen.

Tað var stjórin í Skills Latvia og á útbúgvingarstovninum, sum umsitur latvisku kappingina, sum var vertur fyri føroysku vitjanini. Hon er eisini forseti í Board of Directors í World Skills Europe. Hon verður tí ein teirra, sum skal atkvøða um, hvørt Føroyar skulu sleppa uppí, sum sjálvstøðug tjóð. Hon er væl kunnað um føroysk viðurskifti, tí hon hevur verið í Føroyum fyri at læra um okkara yrkisútbúgvingarøki.

- Vit vóna sjálvandi tað besta, men skuldu vit í fyrstu atløgu fingið noktandi svar, fara vit kortini at streingja á, fyri at vinna føroyskum lærlingum ein sess í Evropeisku kappingini. Tað hava teir uppiborið, ger Hanna Jensen greitt.

Á høvuðsmyndini sæst føroyska ferðalagið. Frá vinstru: Suni Simonsen, Marius Thomassen, Hanna Jensen, Magnus Magnussen og Randi Frederiksberg

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Marius Thomassen frá Vinnuhúsinum saman við forsetanum í Board of World Skills Europe, Dita Traidas

Múrarakappingin

Málarar

Elektronikmekanikarar

Skraddarar

Heimasíðusniðgáva

Try vinnandi pløgg

Tænarayrkið

Dita Traidas, stjóri í World Skills Latvia, vísir føroyska ferðalagnum runt.