27. januar 2022 fór Nordic Bridges av bakkastokki. Nordic Bridges er stórt altjóða mentanarátak í Kanada við høvuðsdenti á norðurlendskari list og mentan. Átakið fevnir um tiltøk um alt Kanada alt árið 2022.
Norðurlendska samstarvið við norðurlendsku mentamálaráðharrunum á odda hevur sett í verk Nordic Bridges undir leiðslu av Harbourfront Centre i Toronto, sum er ein av leiðandi mentanar- og listastovnunum í Kanada. Listafólk úr øllum Norðurlondunum fara at taka lut í átakinum.
Nordic Bridges byggir á tær fýra súlurnar: listarlig nýskapan, atkomuligheit og inklusjón, sjónarhorn hjá upprunafólki, umframt mótstøðuføru (resilience) og burðardygd.
Tað eru Harbourfront Centre og samstarvspartar, ið velja út og kuratera listafólk og verkætlanir at luttaka í einstøku tiltøkunum. Tiltøkini fevna um pallist, tónleik, myndlist, handverk og sniðgeving umframt bókmentir, film og talgilda list.
Úr Føroyum fara fleiri listafólk at luttaka. Longu nú er Randi Samsonsen við á framsýningini Shared Terrain, sum er ein bólkaframsýning, ið tekur støði í samstarvi millum fimm kanadisk og fimm norðurlendsk listafólk og sniðgevar. Framsýningin verður frá 1. februar til 20. mars. Tað er DesignTO, ið skipar fyri framsýningini. DesignTO er ein listarligur felagsskapur, ið fyriskipar ein árligan designfestival við meir enn 100 framsýningum og tiltøkum í sambandi við árligu designvikuna í Toronto.
Seinni verða fleiri onnur føroysk listafólk almannakunngjørd sum partur av átakinum. Harbourfront Centre arbeiðir javnt og savnt við at leggja skrá fyri tiltøkini í samstarvi við mongu samstarvspartarnar, eitt nú Toronto International Film Festival og Toronto International Festival of Authors.
Nordic Bridges letur upp við ljósinnstallasjónini Nordic Lights, sum er ein sameining millum kanadiska og norðurlendska ljóslist. Ætlanin var, at norðurlendsku mentamálaráðharrarnir skuldu vera hjástaddir í Toronto fyri at vera við til at seta tiltakið, men vegna koronaavmarkingar var luttøkan avlýst. Arbeitt verður við møguleikanum at savna ráðharrarnar í Kanada seinni í árinum.
Upprunaliga skuldi Nordic Bridges fremjast í 2021, men tær mongu avmarkingarnar vegna korona gjørdu, at átakið varð útsett til í ár, har vónin er, at átakið verður framt í so stóran mun, sum ætlað.
Norðurlendska ráðharraráðið hevur áður skipað líknandi átøk, fyrstu ferð í samstarvi við Kennedy Centre í Washington undir heitinum Nordic Cool og aðru ferð í samstarvi við Southbank Centre undir heitinum Nordic Matters. Nordic Bridges er higartil størsta norðurlendska mentanarátakið, tí tað fevnir um tíggjutals støð og meir enn 20 samstarvspartar í øllum Kanada gjøgnum alt árið.
Yvirskipaða endamálið við norðurlendsku altjóða mentanarátøkunum er at styrkja og gera vart við norðurlendska lista- og mentanarpallin úti í heimi og við hesum eisini at vísa á Norðurlond sum eitt virðismikið skapandi øki.
Umframt mentan og list fevnir Nordic Bridges um eitt nýtt átak um umhvørvisjournalistikk fyri ung. Úr Føroyum luttekur Silja av Reyni Wennerström. Eisini er ein røð av Nordic Talks sett á skrá, sum er ein pallur fyri dialogi millum norðurlendsk og kanadisk listafólk, hugsarar og nýhugsarar, leiðarar og politikkmennarar.
Meir kunning um Nordic Bridges fæst á www.nordicbridges.ca