Í dag hósdagin hin 12. november undirrita Føroya og Sambandsríkið Amerika partalagsyvirlýsing.
Partalagsyvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm, til tess at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving.
Á fundi í Keypmannahavn í juli millum amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo og Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, tók Pompeo væl ímóti føroyska ynskinum um at gera eina yvirlýsing landanna millum. Á tíðindafundi seinni sama dag boðaði uttanríkisráðharrin frá, at amerikanska stjórnin og landsstýrið vóru komin ásamt um at undirskriva eina partalagsyvirlýsing landanna millum.
Fyri Føroyar undirritar Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri USA undirritar Michael J. Murphy, varauttanríkisundirráðharri.
”Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við USA. Partalagsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking og útbúgving,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður. ”Tað er umráðandi fyri Føroyar at styrkja sambondini til USA, nú broytingartíðir eru á heimspallinum, eisini her í Norðurhøvum og Arktis.
Víðari sigur Jenis av Rana: ”Føroyar skulu sum útgangsstøði hava góð viðurskifti við øll lond. USA er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum um rættartrygd, talufrælsi og mannarættindi sum Føroyar, og ein garantur fyri trygdini um okkara leiðir. USA er tí ein samstarvspartur, sum Føroyar natúrliga eiga at raðfesta høgt.”
Við í amerikanska ferðalagnum verður eisini amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands.
Undir vitjanini skal amerikanska ferðalagið eisini vitja í Eysturoyartunnilinum, hjá Bakkafrosti og umborð á nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra.
Undirritanin verður fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum kl. 15.
Fjølmiðlar, sum ynskja at vera til staðar undir undirritanini, skulu boðað frá á palln@ummr.fo í seinasta lagi kl. 12 í dag.
Meir fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgevi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum tlf. +298 551028, palln@ummr.fo