22.11.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar hava nú fullan limaskap í NordGen

Føroyar hava nú fullan limaskap í NordGen
1 / 2

Norðurlendska ráðharraráðið hevur samtykt, at Føroyar fáa fullan limaskap í Nordisk Genressourcecenter (NordGen). NordGen granskar í norðurlendskum plantum, skógarvøkstri og húsdýrum og arbeiðir við burðardyggari menning í landbúnaði og skógbrúki. NordGen er óivað mest kent fyri stóra ílegubankan á Svalbardi, har 30.000 sýni frá 450 plantusløgum verða varðveitt. 

Takkað verið arbeiðinum og goymslunum hjá NordGen ber til at endurskapa gomul plantu- og djórasløg. Eitt ítøkiligt dømi um hetta er, at gomul kornsløg við góðum eginleikum, men sum ikki hava verið brúkt leingi, nú aftur fáast til keyps.

At Føroyar taka fulla ábyrgd í NordGen er eitt av seinastu stigunum, áðrenn allir møguleikarnir, sum vit í dag hava fyri at luttaka á jøvnum føti í norðurlendska samstarvinum, eru troyttir, og tað styrkir tí okkara krav um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. 

Landsstýrið hevur valt Trónd Gilla Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni, til stýrislim í NordGen. Tróndur hevur leingi arbeitt saman við NordGen, bæði í sínum arbeiði hjá Skógrøkt landsins og síðani á Búnaðarstovuni, og sum limur í norðurlendska embætismannabólkinum fyri fiskivinnnu, landbúnaði, matvørum og skógarbrúki. Varalimur er Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Myndir: NordGen