Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.
Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað.
Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026.
Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027.
Felags tíðindaskriv kann lesast her.
Arktiska ráðið er fremsta millumtjóða samstarvið í Arktis og er grundað á Ottawa-yvirlýsingina frá 1996 og samstarvssiðvenju annars. Limalondini virka saman við eygleiðaralondum og felagsskapum úr øllum heiminum fyri at basa veðurlagsbroytingum, fyribyrgja dálking á sjógvi og landi og at menna livikor sum heild í Arktis. Í Arktiska ráðnum virka Føroyar fyri burðardyggari menning við denti á nátturutilfeingi, umhvørvið, gransking og vitanarmenning. Føroyar hava tikið undir við teimum trimum millumtjóðasáttmálunum, sum hava uppruna í samstarvinum millum londini í Arktiska ráðnum. Teir viðvíkja leiting og bjarging, tilbúgving í sambandi við oljudálking, og gransking.
Føroyar eru umboðaðar í Arktiska ráðnum í sendinevnd við Danmark og Grønlandi á politiskum stigi og á embætismannastigi, umframt við serfrøði og fakkunnleika frá granskingar- og vitanarstovnum í Føroyum.
Les meira um Føroyar í Arktis her.
Arktiski politikkur Føroya kann lesast her.