Ein søguligur dagur var í Stokkhólmi í gjár. Tí seinnapartin í gjár bleiv ein avtala millum Føroyar, Noreg, Ísland og Danmark undirskrivað, sum hevur við sær, at Føroyar fáa tillutað 27.000 km2 av landgrunni.
“Mørkini hjá Føroyum røkka nú norður um pólsirkulin, og vit kunnu nú kalla okkum eina arktiska tjóð. Og tað eiga vit at vera fegin um.” Sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, sum skrivaði undir vegna Føroyar.
Avtalurnar, sum vóru undirskrivaðar í gjár, býta eitt 111.500 km2 stórt øki millum Noreg, Ísland og Føroyar. Ímeðan Ísland og Føroyar fáa tillutað umleið ein fjórðing av økinum hvør, fær Noreg tillutað umleið helmingin av økinum, hetta tí Noreg hevur rættindi til landgrunnin bæði frá norska meginlandinum og oynni Jan Mayen.