23.07.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

FØRLEIKAMETING OG FØRLEIKAMENNING

FØRLEIKAMETING OG FØRLEIKAMENNING

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fingið handað tilmæli um førleikameting og førleikamenning í Føroyum, frá arbeiðsbólki mannaðan av umboðum frá Menta-, Vinnu- og Heilsumálaráðnum, Yrkisdeplinum, Arbeiðsloysisskipanini, Vinnuhúsinum, fakfeløgum og trimum yrkisskúlum.

Yvirskipaða endamálið við tilmælinum er at geva politisku skipanini innlit í, hvussu ein skipan við førleikameting og førleikamenning kann setast í verk í Føroyum.

Førleikameting snýr seg um at orða, skjalfesta (dokumentera) og viðurkenna førleikar, sum borgari hevur.

Førleikamenning er við støði í førleikametingini at gera ætlan fyri menning, sum viðkomandi kann fara undir.

Endamálið við førleikameting er at geva ófaklærdum, møguleika at fáa mett sínar fakligu førleikar, ið tey hava ognað sær í arbeiðslívi ella á annan hátt, so tey kunnu fara undir førleikamenning / útbúgving.

Lagt verður upp til, at farast kann undir skipanina við førleikameting og førleikamenning á sumri í 2014. Til ber at lesa tilmælið á okkara heimasíðu.