01.10.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fleiri miðnámsskúlatilboð til næmingar við serligum tørvi 1. oktober 2014

Fleiri miðnámsskúlatilboð til næmingar við serligum tørvi 1. oktober 2014

Landsstýrið hevur sett sær fyri, at fleiri næmingar við serligum tørvi skulu fáa miðnámsskúlatilboð aftaná fólkaskúlan. Dentur verður í hesum sambandi lagdur á, at talan skal vera um heildartilboð, sum fata um bæði skúlatilboð og bú- og stuðulstilboð.

Tí hava landsstýrisfólkini í ávikavist mentamálum og almannamálum, Bjørn Kalsø og Annika Olsen, gjørt av at skipa eitt miðvíst samstarv um hetta týðandi økið, har Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av skúlatilboðunum og Almannamálaráðið hevur ábyrgdina av bú- og stuðulstilboðunum.

Rásin
Rásin í Runavík er skúla- og bútilboð til ung við menningartarni og er ein liður í tilgongdini at útvega fleiri heildartilboð at víðka um virksemið á Rásini, soleiðis at fleiri næmingar fáa tilboðið, og at skúlatilboðið verður styrkt. Málið er at taka næmingar inn á hvørjum ári.
Miðnámsskúlatilboð

Samstundis, sum Rásin verður styrkt við, at Almannamálaráðið yvirtekur búpartin, styrkir Mentamálaráðið skúlatilboðið. Harafturat verða skúlatilboð skipað í samstarvi við miðnámskúlar, soleiðis at skúlagongdin eisini kann fara fram á breytum í miðnámsskúlunum.

Betra um umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek
Í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum var handað landsstýrinum í apríl 2013, var eitt av átøkunum at betra um umstøðurnar fyri familjur við børnum, ið bera brek.

Arbeiðsbólkurin fekk tá fleiri viðmerkingar um, at umstøðurnar hjá familjum, sum hava børn við serligum tørvi, ikki eru serliga góðar í Føroyum. Samgongan setti sær fyri at gera nakað munagott fyri at fáa betri samskipan av tænastum til familjur, ið eiga børn, sum bera brek. Tað var greitt, at samstarv og samskipan millum myndugleikarnar eru neyðug, um almennu tænasturnar til børn, ið bera brek, skulu fáast at virka nøktandi.

Samskipan og samstarv
Landsstýrisfólkini Annika Olsen og Bjørn Kalsø eru samd um, at tað er ógvuliga umráðandi at fáa hetta økið samskipað og uppraðfest.

“Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa sett ferð á tilgongdina at tryggja ungum uttan mun til førleikar skúlatilboð. Í Mentamálaráðnum hava vit arbeitt miðvíst við at menna skúlatilboð til henda málbólk, og nú vit eru farin undir miðvíst samstarv við Almannamálaráðið, ber til at seta enn meira ferð á arbeiðið ” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

“At lyfta í felag flytur viðurskiftini hjá okkara fólkum við serligum avbjóðingum fram á leið. Serliga nú, tá eg sum landsstýriskvinna havi fingið ábyrgd av at samskipa átøk, ið hava við breksáttmalan at gera. Samstundis er hetta átakið, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt samskipað heildartilboð, í tráð við tilmælini í Heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur ” leggur Annika Olsen, landsstýriskvinna, afturat.

Økt játtan
Í uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2015 hevur Mentamálaráðið sett tilsamans 1,9 mió. kr. av til at skipa fleiri miðnámsskúlatilboð til ung við serligum tørvi. Íroknaðar í hesa upphædd eru 600 t. kr. til miðnámsskúlaflokk innan autismuøkið. Harumframt hevur Almannamálaráðið sett 1 mió. kr. av til búpartin á Rásini.