Fleiri miðnámsskúlatilboð sum heildartilboð til ung við serligum tørvi
-Tað hevur alstóran týdning, at tilgongdin heldur fram at veita serliga skipað miðnámsskúlatilboð sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. - Tískil er avgerð tikin um at bjóða tvær nýggjar serbreytir á Teknisku skúlunum umframt, at serbreytin á Kambsdali, sum byrjaði í fjør, tekur nakrar næmingar inn afturat komandi skúlaár.
Serbreytirnar innan handverksyrkið vera á Glasi og á Tekniska Skúla í Klaksvík. Glasir bjóðar yrkisgreinar innan timbur, klædnaatstøði og bil, og Tekniski Skúlin í Klaksvík bjóðar yrkisgreinar innan timbur og matvøruatstøði.
Møguleiki er at velja eina av teimum fýra ymisku yrkisgreinum við einum felagsfaki innan tænastuøkið og mentan.
Serbreytirnar innan handverksyrkið eru ætlaðar næmingum, sum hava ynski um at nema sær førleikar innan yrkisnám, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingarskipan.
Undirvísingin á serbreytunum tekur støði í tí einstaka, sum verður førleikamettur eftir serligu skipanini, ið verður brúkt at skjalprógva førleikar hjá einstaka næminginum.
Nýggju pláss eru á serbreytini á Glasi, og seks pláss eru á Tekniska Skúlanum í Klaksvík umframt, at serbreytin á Kambsdali kann taka upp til fýra nýggjar næmingar inn.
Serliga skipað miðnám sum heildartilboð verða samskipað við stuðulsfyriskipanum frá Almannaverkinum eftir tørvi.
-Neyðugt er, at skúlatilboðini verða samskipað við stuðulsfyriskipanum frá Almannverkinum eftir tørvi, og tí verður samstarvið millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið at veita hesi skúlatilboð sum heildartilboð raðfest høgt, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.