Fleiri enn hundrað sendifólk og embætisfólk til summarmóttøku á sendistovuni í Keypmannahavn
Seinnapartin í dag skipaði sendistova Føroya í Keypmannahavn fyri móttøku fyri innbodnum umboðum fyri sendistovur í Keypmannahavn, Kongshúsið, danska forsætismálaráðið, uttanríkismálaráðið, verjumálaráðið, ES-kommissjónina og øðrum embætisfólkum, ið við sæti í Keypmannahavn vara av Føroyum og føroyskum uttanríkispolitiskum viðurskiftum.
Ein av uppgávunum hjá sendistovuni er at røkja sambandið við hesar stovnar og tær uml. 80 ymisku sendistovurnar, ið eru í Keypmannahavn, og ein fastur táttur er at vera vertur fyri eitt árligt tiltak, ið savnar umboð fyri stovnarnar.
Tiltakið var gott høvi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og sendimanninum í Keypmannahavn at heilsa uppá teir gott hundrað gestirnir, ið tilsamans umboðaðu uml. 60 ymisk lond.
Til móttøkuna flutti Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum fram røðu, og í røðu síni nýtti landsstýrismaðurin høvi at takka fyri tann stóra áhuga, ið nógvu gestirnir vísa Føroyum. Eisini bar hann fram, hvussu týdningarmikið og virðismikið tað er í hesum døgum, at sendifólk og embætisfólk úr so mongum londum hava møguleikan og viljan til at savnast og knýta bond.
Landsstýrismaðurin greiddi síðani frá støðu Føroya í mun ymisk uttanríkis-, verju- og handilspolitisk mál og legði áherðslu á, at Føroyar eru ein partur av og meta londini í vesturheiminum sum sínar sameindu.
Aftan á taluna hjá Jenisi av Rana, sang Tóra Vestergaard tveir føroyskar sangir, meðan Cæcilie Grønkjær Tagmose spældi klaver.
Móttøkan eydnaðist sera væl, og á sendistovuni fegnast tey um stóru undirtøkuna.