Dagurin í dag er sannur filmsdagur. Seinnapartin skipar Klippfisk fyri verkstovu í Norðurlandahúsinum um filmsgerð, har m.a. Dansk Filminstitut fer at kunna um møguleikar á filmsøkinum. Í kvøld verður so alment filmskvøld við filmssýningum og handan av virðislønum – hesar eru Geytin og áskoðaravirðislønin. Mentamálaráðið frøist um hetta týdningarmikla tiltak á mentanarøkinum. Tað eru týðilig tekin um, at føroyskur filmur er í stórari menning, og at vit á filmsøkinum eiga nógvar góðar kreftir, bæði royndar og spírandi, og fleiri yngri fólk nema sær útbúgving á økinum.
Miðvíst arbeiði og góðar stuðulsskipanir
Miðvíst arbeiði og góðar stuðulsskipanir eru neyðugar fyri at menna møguleikarnar fyri okkara filmsfólkum. Tí er filmsgrunnurin, sum Norðurlandahúsið og Klippfisk hava tikið stig til eitt gott átak. Almennur stuðul hevur eisini verið munagóður seinastu árini, hóast stuðulin ikki hevur verið settur í ávísa pulju ella í grunn. Um hugt verður at seinastu fimm árunum, sæst, at almennu Føroyar, við játtanini til Mentanargrunnin og til mentanarlig tiltøk hjá Mentamálaráðnum umframt veddingarpengunum, hava játtað nærum 2,4 mió. kr. til filmsøkið. Mentamálaráðið hevur játtað 694.000 kr., og Mentanargrunnurin uml. 1,6 mió. kr., harav er beint undir milliónini farin til filmsverkætlanir, og knappar 700.000 kr. eru farnar til starvslønir til filmsarbeiði.
Mentamálaráðið vónar, at vit eisini í framtíðini fara at síggja dygdargóðar og áhugaverdar filmsverkætlanir og vil fegin virka við til at skapa so góðar karmar, sum til ber.