Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur í ársins seinna stuðulsumfari gjørt av at lata 10 verkætlanum stuðul til filmsgerð. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.
Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017, og til seinna stuðulsumfar vóru 557.100 kr. tøkar.
Tá freistin at søkja til seinna stuðulsumfar var úti 1. september, vóru 21 umsóknir komnar inn. Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Vár B. Jacobsen og Magni Høgnesen, hava gjørt tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulsbýtið.
Hesi 10 fingu stuðul í seinna umfari:
Teitur Árnason Dahl: Zacharias - kr. 105.000
Jón Hammer/IVF KYK Myndir: Experiment IX - kr. 25.000
Eir í Ólavsstovu/Hugmynd: Havið - kr. 50.000
Jón Hammer: Nordic Trips - kr. 30.000
Maria Winther Olsen/Sp/f Toka Film: NINA - kr. 90.000
Dávur Djurhuus: In Security - kr. 50.000
Ingun í Skrivarastovu: Dreymar við havið - kr. 25.000
Theresa Jákupsdóttir: Føðing - kr. 55.000
Annika á Lofti: Góða Mary - kr. 97.000
Torfinnur Jákupsson: TROM - kr. 30.000
Millum mongu áhugaverdu verkætlanirnar kann sigast frá, at Dávur Djurhuus, sum m.a. vann Geytan fyri Terminal í 2013, arbeiðir við stuttfilmsverkætlanini In Security, sum er ein myrkur, humoristiskur stuttfilmur um álvarsomu avbjóðingarnar, ið standast av vaksandi tørvi menniskjans at liva eitt tøkniligt lív við Facebook o.s.fr. og ovurstóra ynskinum hjá myndugleikunum at fylgja við í hesum lívi, sum alsamt minni kann lýsast sum ”privatlív”.
Teitur Árnason Dahl er komin væl áleiðis við heimildarfilmi sínum Zacharias, sum er ein manslýsing av bónda á útoyggj í Føroyum. Hesin maður umboðar eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum og gevur gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim. Teitur Árnason Dahl hevur m.a. eisini gjørt heimildarfilmin burturhugur frá 2001.
Góða Mary er heitið á spælifilmi hjá Anniku á Lofti. Filmurin er um kærleika. Forbodnan kærleika, fjaldan kærleika og óynsktan kærleika. Søgan verður upplivað gjøgnum ein stillan 12-ára gamlan drong. Annika á Lofti skrivaði leikritið til filmin Mist, ið vann áskoðaravirðisløn Geytans í 2012.