Seinastu dagarnar hava hópin av fólki - føroyingar og útlendingar - savnast í Havn til fyrsta altjóða minniluta filmsfestivalin.
Evnið á hesum fyrsta altjóða minniluta filmsfestivalinum var "samkynd". Ætlanin er, at festivalurin verður afturvendandi, og at evnini fara at skifta ímillum ymsar minnilutabólkar.
Áhugin fyri festivalinum hevur verið stórur, og umframt kjak, filmssýningar og ymisk tiltøk, hevur undirvísing eisini verið fyri føroyskum skúlanæmingum úr 7. til 10. flokk.
Mentamálaráðið hevur stuðlað altjóða minniluta filmsfestivalinum, og landsstýriskvinnan í mentamálum, sum ikki fekk luttikið sjálv, sendi eina heilsan, tá festivalurin varð settur.