Játtanir til útbúgving, gransking og mentan halda tørn
Stór tilgongd av lesandi
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 er merkt av stóru tilgongdini av lesandi, sum av álvara byrjaði í 2008.
Ongantíð hava so nógv lesandi verið á okkara miðnáms- og hægri útbúgvingum. Ein uppteljing vísir, at talið av fulltíðarlesandi 1. desember í ár er útvið 3.000. Tað eru nærum 700 fleiri enn fyri 4 árum síðani, og tað er gleðiligt, at so nógv ynskja at útbúgva seg.
Útbúgving fær rúm innan verandi karmar
Hóast trongar tíðir, hevur eydnast at útvega rúm fyri stóru tilgongdini av næmingum. Tað er at fegnast um, at eitt samt Løgting hesi árini hevur samtykt at víðka karmarnar soleiðis, at ein miðnámsútbúgving skal standa øllum skikkaðum næmingum í boði.
Í mun til verandi fíggjarlóg, íroknað eykajáttanarlógirnar í 2011, hækka útreiðslurnar í 2012 einar 15 mió. kr., sum meginparturin fer til at hækka játtaninar til miðnámsútbúgvingar, til lestrarstuðul og til próvtøkur. Tað er eisini at fegnast um, at fíggjarligu karmarnir hóast alt eru so rúmligir, at so at siga allar játtanir í 2012 eru tær somu sum í 2011, tað veri seg til útbúgving, mentan, gransking og ítrótt.
Lestrarstuðul: inntøkumarkið hækkað úr kr. 10.000 til kr. 20.000
Viðvíkjandi lestrarstuðlinum er ætlanin frá 1. januar 2012 at hækka inntøkumarkið frá 10.000 til 20.000 áðrenn mótroknað verður í lestrarstuðlinum. Við broytingini fara eini 150 lesandi at fáa ágóða av broytingini. Mett verður, at meirútreiðslan av hesi broyting verður umleið 1,5 mió. kr. í 2012.
Íløgur
Landsstýrið er samd um at fara undir at byggja skúladepilin við Marknagil. Samlaða íløgan verður 451 mió.kr., íroknað útgerð og innbúgv. Skúladepilin fer at hýsa verandi Studentaskúla, Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn.
Landsstýrið heldur tað eisini vera umráðandi at fara undir at útbyggja og dagføra útbúgvingarumstøðurnar í Klaksvík og á Kambsdali. Í fyrsta umfari er peningur framhaldandi settur av til at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík fyri at loysa framtíðar hølistørvin á miðnáms-, yrkis- og maritima skúlaøkinum í Norðuroyggjum, og ein verklagslóg er løgd fyri tingið.
Ítróttarhøllin í Sandoynni verður liðug í 2012 og peningur verður framhaldandi játtaður til nýtt Tjóðleikhús.
Í samgonguskjalinum er lagt upp til, at longu fyri 1. apríl í 2012 verður gjørd ein langtíðaríløguætlan fyri komandi tólv árini. Í hesum sambandi verður spurningurin um neyðugar íløgur í hølisumstøður hjá øðrum stovnum undir Mentamálaráðnum tikin til viðgerðar.
Viðmerkingar frá landsstýrismanninum
“Vit kundu øll ynskt okkum rúmari fíggjarligar ræsur. Tørvurin er altíð stórur, og nógvar játtanir hava staðið í stað í fleiri ár”, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsø.
Nú samgongan arbeiðir við at fáa javnvág á fíggjarlógini heldur landsstýrismaðurin kortini samanumtikið, at: “vit sum arbeiða á skúla- og mentanarøkinum kunnu verða nøgd við fíggjarligu karmarnar fyri 2012. Eg vil eisini takka skúlum og stovnum fyri teirra áhaldandi arbeiði við at effektivisera sítt virksemi, so vit fáa meira fyri teir somu pengarnar. Hetta verður framhaldandi neyðugt, fyri at finna rúm fyri eftirútbúgving og aðrari neyðugari menning av okkara skúlum og stovnum.”