Góðu føroyingar
Nú sólin setur yvir Visby eftir enn ein heitan og hendingaríkan ítróttadag, sendi eg tykkum eina heilsan hiðani úr Gotlandi.
Tað hevur verið einastandandi at uppliva hesar fyrstu tríggjar dagarnar, har okkara ítróttafólk hava givið alt, sum tey eiga í sær av mergi og megi, og úrslitini hava sanniliga ikki trotið. Bæði í kvøld og í gjárkvøldið hava vit kappast við Isle of Man um fyrsta- og annaðplássið í medaljum. Neyvan hevði nakar væntað so høga plasering, so vit kunnu av sonnum fegnast um ítróttabrøgdini mongu higartil á oyggjaleikunum!
Hetta er mín fyrsta oyggjaleikaferð, og eg eri her saman við manni mínum og teimum báðum yngstu, ið eru 17 og 19 ár. Vit hava lagt okkum dagarnar soleiðis til rættis, at vit síggja eitt sindur av hvørjum, higartil millum annað kurvabólt, flogbólt, fimleik og badminton, og í morgin er í øllum førum svimjing og okkurt annað á skránni. Tíverri náa vit ikki alt, tí kappingarnar og ítróttargreinirnar eru so mangar, og tær liggja spjaddar út yvir dagin á 30 ymsum leikstøðum. Vit ferðast til gongu, við bussum og taxa, og í gjár leigaðu vit okkum súkklur. Tilsamans eru her áleið 3800 luttakarar frá 23 oyggjasamfeløgum, sum kappast í 14 ítróttagreinum, so tað er ein øgilig fyriskipan, sum skal til - higartil til Ug!
Ongin ivi er um, at føroyingar eru millum størstu fjepparaskararnir her yviri, so vit hoyrast og síggjast í býar- og leikmyndini. Summi komu hertil við einum av leiguflogførunum hjá Atlantic, onnur við bili og Norrønu, og nøkur hava eisini siglt sjálvi allan vegin úr Føroyum.
Mong hava verið við fleiri ferðir, onkur enntá hvørja ferð, ja, tá er talan um ein heilan lívsstíl - hetta at vera oyggjaleikafólk. Vit hava vakrar bláar og hvítar búnar og blusur frá ÍSF, og atgongumerkið til leikstøðini er eitt breitt hálsiband, har fólk seta sonevndar "pins" á; hetta eru smáar emaljeraðar brosjur við landsins ítróttaspjaldramerki og árstali á. Tey garvaðu býta so pins millum sín, og leggja seg eftir at fáa frá øllum luttakaralondunum sum eitt minni heim við. Hetta minnist eg eisini frá Paraolymisku leikunum í Rio, har eg var við ÍSB og Kristu Mørkøre í fjør.
Annars er bara gott her í Gotlandi! Her er so vakurt sum í einum italskum filmi. Gamli býurin, her vit búgva á Strand Hotel, er ein gamal miðaldarstaður umgirdur av einum høgum múri. Her eru hópin av toftum og fornum kirkjubygningum, rósurunnar krúpa upp eftir kálkaðum húsaveggjum í sartum litum, og brúgvasteinarnir bera djúp spor frá teimum, ið undan fóru. Stutt sagt, her angar av lívi og andar av søgu í Visby. Og forrestin sóu vit sølulýsingar hjá húsameklaranum uppi á torginum: Ein gomul idyllisk smátta við sprossavindeygum, 135 m2 búvídd, 216 m2 grund, kostnaður: 15.000.000,- sv. kr. So hetta má metast at vera serstakliga attraktivt øki.
Ná, men góðu landsmenn og -kvinnur. Alt tað besta hiðani úr Gotlandi, og sum sagt, so er hetta mín fyrsta oyggjaleikaferð, men vónandi ikki tann síðsta.
Blíðar heilsanir
Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í mentamálum