Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2017. Freistin at søkja er 15. apríl 2017.
Talan er um eitt eyka stuðulsumfar. Samlaða stuðulsupphæddin, ið er leys at søkja í hesum umfari, er 505.000 kr.
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Lýst verður vanliga í oktober við umsóknarfreist miðjan desember. Umsóknirnar skulu sendast Mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsveitingarnar. Í 2017 er eitt eyka stuðulsumfar við umsóknarfreist 15. apríl.
Umsóknarblað og vegleiðing eru at finna á undir Oyðubløð her.
Kunningin og lýsingin um stuðulin sæst her.
Umsóknir skulu sendast til: Mentamálaráðið, Postrúm 3279, 110 Tórshavn.