(Mynd: Hanna Vang)
Fríggjadagin, 27. januar setti landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, serframsýningina "Infinity" á Listasavni Føroya við verkum eftir Beintu av Reyni. Solveig Hanusardóttir Olsen, fyristøðufólk á savninum, bjóðaði vælkomin, og Guðrið Hansdóttir framførdi tónleik. Ein bóklingur við tekstum eftir Nils Ohrt, savnsstjóra, og Solveig Hanusardóttir Olsen var eisini lagdur fram til feriniseringina.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, nevndi í síni røðu, at omma Beintu av Reyni flutti inn í Mentamálaráðið, tá Rigmor gjørdist gjørdist landsstýriskvinna. Stóri málningurin “Minni um ommu mína” hevur fingið heiðurspláss í stóru fundarstovuni, og har heilsar hon hvønn morgun fundargestum vælkomnum.
- Við krosskastaðum ørmum og stórum stoppskelti minnir hon okkum á at taka arbeiði og álitisuppgávu okkara í álvara, og so syrgir hon eisini fyri, at vit altíð eru minst tvær kvinnur á fundi. Við síðuni av ommuni hanga tvær aðrar myndir úr sama tíðarskeiði hjá Beintu. Myndirnar eru realistiskar, men longu í hesum eldru myndunum av ommuni, stovulampuni og blondugardinunum á Eiði, hómast kritiska eygað, sum sær tað, sum fjalir seg undir skræðuni. Veruleikin er ikki bara veruleiki, men verður altíð sæddur úr einum sjónarhorni, og hvat hendir, um vit ikki viska tað burtur, sum vit halda órógvar, men heldur draga tað fram? Í nýggjaru myndunum, sum Beinta av Reyni sýnir fram á hesi framsýningini er skeivi og surrealistiski veruleikin uppaftur týðuligari. Heitið á framsýningini - “Endaloysi” – bjóðar okkum inn í eitt útsýni og eina sjón, sum peikar á rammur og sær tað, sum liggur í avmarkingunum, samstundis sum hon spreingir karmar og avdúkar op út í aðrar endaleysar veruleikar, segði Rigmor Dam m.a. í røðuni.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.
Framsýningin Infinity er opin til og við 2. apríl 2017.
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.
Til og við 28. februar er ókeypis atgongd á Listasavninum.