Á sumri 2012 varð Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, valdur sum limur í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða í eitt fimm ára tíðarskeið. Í 2017 varð Martin valdur at sita í enn eina setu, sum gjørdist fram til 2023.
Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða hevur ein avgerandi leiklut í sambandi við ætlanirnar hjá strandaríkjum at áseta ytru landgrunsmørk uttanfyri 200 fjórðingar frá landi. Ytru landgrunsmørkini skulu verða grundaði á viðmæli hjá hesi ST nevnd, sum er samansett av 21 limum frá øllum heimsins hornum og við ymiskum vísindaligum serkunnleika. Landgrunsnevndin er við til at seta mark millum øðrumegin tilfeingi og ráevni hjá strandaríkjum og hinumegin altjóða havbotn, hvørs tilfeingi og ráevni eru ogn hjá mannaættini. Henda felagsognin hjá mannaættini verður umsitin av einum altjóða stovni, ið hevur sæti í Jamaika.
Martin hevur soleiðis verið millum aðrar dugnaligar kvinnur og menn, ið hava mett um, hvørt dáta o.a. vísindaligt tilfar stuðlar undir landgrunskrøvini, sum strandaríki leggja fram.
Í dag er seinasti arbeiðsdagur hjá Martin V. Heinesen í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða. Uttanríkis- og vinnumálaráðið takkar Martini fyri dygdargott arbeiði og ynskja vit honum blíðan byr í komandi tíðum.