Seinasti analogi sjónvarpssendarin, sum er høvuðssendarin á Húsareyni, verður sløktur mánadagin 15. juni.
Verkætlanin við at talgilda sjónvarpsnetið, sum byrjaði á vári 2013, er við hesum komin á mál. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, og Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, luttaka, tá ið høvuðssendarin verður sløktur.
Við talgilda sendinetinum er føroyska sjónvarpsnetið komið tøkniliga ájavnt við sendinetini hjá grannalondum okkara, sum eisini eru talgild burturav.
Arbeiðið at sløkkja gomlu analogu sjónvarpssendararnar hjá Kringvarpi Føroya byrjaði á vári 2013. Sløkt hevur verið í fleiri umførum kring landið, og tann 15. juni verður høvuðssendarin sløktur.
Tey, sum enn síggja analoga sjónvarpssignalið, hava í eina tíð sæð eina fráboðan á skíggjanum.
Nærri upplýsingar um skiftið finnast á hesum heimasíðum: www.mmr.fo, www.kvf.fo og www.tv.fo.