Í morgun var landsstýriskvinnan í útbúgvingar-og mentamálum, Hanna Jensen, í Norðurlandahúsinum, har hon setti afturvendandi Barnasangfagnaðin, sum Føroya Sanglærarafelag skipar fyri.
í setanarrøðu síni kunnaði hon millum annað sanglærararnar um, at áheitan nú er farin út til allar landsins skúlar um at nýta ein føroyskttíma um vikuna til at syngja saman við næmingunum í innskúlingini - tað vil siga næmingar í 1.- 3. flokki.
Hanna Jensen segði millum annað soleiðis í setanarrøðu síni:
- Sangur á móðurmálinum hevur so ómetaligan týdning. Tí gjørdu vit Barnasangbókina í fjør. Tí vilja vit hava allar sangirnar í Barnasangbókini út á youtube. Tí vildu vit hava sang innaftur í lærugreinina, sum fyrr æt tónleikur, so tað nú eitur ”sangur og tónleikur”. Og tí havi eg ásett, at frá 1. til 3. flokk skal ein tími um vikuna í lærugreinini føroyskt nýtast til føroyskan sang, so tit kunnu læra so nógv sum møguligt um okkara sangir, okkara skaldskap og okkara mál.
Breið semja er í løgtinginum fyri hesi broytingini, og tí hevur landsstýriskvinnan heitt á skúlarnar um at skipa fyri, at frá 1.-3. flokki skal ein tími um vikuna í lærugreinini føroyskt nýtast til sang.
Broytingin tekur við eftir summarferiuna.