Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya verður løgd fram týsdagin, 13. januar 2015
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setti á heysti 2013 eina uttanhýsis serfrøðinganevnd at eftirmeta Fróðskaparsetur Føroya. Nevndin er nú komin á mál við eftirmetingini, sum er fyrsta av sínum slagi, og sum er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya.
Á almennum tiltaki fer nevndin at leggja fram niðurstøður og draga fram tilmæli. Nevndin hevur arbeitt út frá hugsjónini “vit eftirmeta fyri at menna”. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.
Í serfrøðinganevndini eru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari PhD. , Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel.
Framløgan verður í Mentamálaráðnum týsdagin, 13. januar kl. 15.00. Øll eru vælkomin.