Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya løgd fram í Mentamálaráðnum
Uttanhýsis eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya er nú á fyrsta sinni gjørd, og í dag legði serfrøðinganevnd fram niðurstøður og tilmæli.
Serfrøðinganevndin er samd um, at Fróðskaparsetur Føroya er eitt væl virkandi universitet, sum hevur nógvar styrkir og møguleikar, men eisini veikleikar og hóttanir. Setrið er lítið, og tað gevur nógvar komparativar fyrimunir, men eisini avbjóðingar.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, heldur, at eftirmetingin hevur nógvar dygdir og áhugaverd tilmæli, sum støða eigur at verða tikin til. Hann fegnast um, at uttanhýsis eftirmetingararbeiðið er farið í gongd, so sum lógin um Fróðskaparsetur Føroya ásetur. Henda fyrsta eftirmetingin er yvirskipað og gevur nøkur boð uppá, hvønn veg Fróðskaparsetur Føroya kann fara í framtíðini. Vónandi kann hugsjónin hjá nevndini um “at eftirmeta fyri at menna” bera ávøkstur.
Seinni kunnu aðrar uttanhýsis eftirmetingar verða gjørdar, sum kunnu kanna onnur viðurskifti, eitt nú einstakar útbúgvingar. Eftirmetingararbeiðið byrjaði á heysti í 2013, og í serfrøðinganevndini hava sitið Linda Nielsen, professari og dr. jur. við universitetið í Keypmannahavn, sum hevur verið formaður, og Jürg Glauser, professari Dr. Phil. við universitetið í Zürich og í Basel og Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. við Háskóla Íslands. Øll hava tey fleiri ára royndir frá slíkum eftirmetingararbeiði.