Frágreiðing um luttøku Føroya í Horizon 2020 handað Jenis av Rana, landsstýrismanni.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur í dag fingið handað frágreiðing um luttøku Føroya í sjeyndu rammuskránni og Horizon 2020 og tilmæli um framtíðar kósina.
Granskingarráðið hevur eftir áheitan frá landsstýrismanninum skrivað frágreiðingina, nú Horizon 2020 skeiðið endar við árslok og ein nýggj avtala um atlimaskap skal gerast. Í frágreiðingini verður samstarvið lýst frá byrjan til nú, greitt verður frá fyrimunum og vansum, umframt at mett verður um framtíðarútlit og framtíðarkós. Frágreiðingin er gjørd í samstarvi við granskingarstovnar og nakrar fyritøkur.
Luttøkan higartil verður lýst yvirskipað og við ítøkiligum dømum. Víst verður á, at Evropa er ein altjóða pallur, sum hevur stóran týdning fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
Føroyar hava rindað meira fyri luttøkuna, enn tað er játtað beinleiðis aftur. Tað fæst tó nógv annað enn fíggjarligur stuðul burturúr at luttaka í evropeiskum samstarvi og í altjóða netverkum. Tí verður mett, at luttøkan hevur væl størri virðið enn tað, sum verður gjørt upp sum beinleiðis stuðul til verkætlanir.
Frágreiðingin endar við tilmæli um at halda fram í Horizon Europe skránni. Á fundinum í dag umrøddu umboðini fyri Granskingarráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið støðuna, og hvussu arbeiðið frameftir skal leggjast til rættis.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, var væl nøgdur við frágreiðingina. Landsstýrið hevur tikið undir við, at samráðst verður um at halda fram við samstarvinum við ES á økinum. Granskingarráðið fer nú undir almenna kunning um møguleikarnar í Horizon Europe.
Les frágreiðingina her.
Mynd frá vinstru: Kristianna Sjóvará, fulltrúi, Jenis av Rana, landsstýrismaður, í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, Maria Húsgarð, Horizon 2020 samskipari, og Annika Sølvará, stjóri, í Granskingarráðnum.